Ongi úrslit

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

– Tað snýr seg um raðfestingar, sigur búskaparfrøðingur

Mourits Joensen, búskaparfrøðingur, á almennum fundi í Suðuroy í gjár. Hann sigur, at sum frálíður verður Suðuroyartunnilin eitt íkast til føroyska búskapin
Áki Bertholdsen
15. mai kl. 08:45

Tað er meiningsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til at gera Suðuroyartunnilin.

Tað var boðskapurin hjá Mourits Joensen, búskaparfrøðingi, á almennum fundi um Suðuroyartunnilin í Skúladeplinum í Suðuroy í gjárkvøldið.

– Í búskaparfrøði er ikki stór meining í at tosa um, antin vit hava ráð til hetta ella hitt, sigur Mourits Joensen.

Hann sigur, at vit hava eitt ávíst, fíggjarligt tilfeingi, og tað er ein spurningur um raðfestingar hjá tí almenna.

– Suðuroyartunnilin snýr seg um at hava tveir, tríggjar borivognar ígongd ísenn - og tað hava vit ofta havt, og tað í fleiri ár eisini.

Í so máta er hetta ikki so nógv øðrvísi. Men í løtuni er eingin tunnil í gerð í Føroyum, so er politiski viljin til staðar, kunnu teir raðfesta Suðuroyartunnilin, og so kanska at útseta aðrar tunnilsgerðir í nøkur ár - ella onkrar aðrar íløgur.

Hann vísir eisini á, at tað er ført fram at Suðuroyartunnilin, er ein íløga, sum er so stór, at tað svarar til 17 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni.

Men hann heldur, at tað er ein skeiv mynd seta upp, tí talan er um 17 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni í einum ári.

Men arbeiðið at at gera tunnilin, verður strekt yvir fleiri ár, so í roynd og veru er Suðuroyartunnilin kanska bara 1-2 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni um árið.

Hann heldur eisini, at í longdini verður ein Suðuroyartunnil eitt íkast til føroyska búskapin, tí sum støðan er nú, eru alt ov nógvar avmarkingar.

– Arbeiðstakarar í Suðuroy hava ikki sama møguleika at bjóða seg fram at gera ymisk arbeiðið norðanfjørðs.

Hann veit ítøkilig dømi um fyritøkur í Suðuroy, sum ikki kundu bjóða upp á arbeiði norðanfjørð, tí tær skulu hugsa um at fáa arbeiðsfólk norður um, og at hýsa teimum. Vørugoymslan er í Suðuroy, so tað var neyðugt við eini goymslu afturar norðan fyri, og so framvegs.

– Hetta er bara eitt dømi um tær forðingar, núverandi ferðasamband hevur við sær, sigur hann.

– Fáa vit forðingarnar burtur við eini tryggari farleið, verða forðingarnar, og óvissurnar, sum eru við verandi ferðasamandi, burtur og sostatt er tað eyðsæð, at ein Suðuroyartunnilin fer verða við til at økja um føroysku bruttotjóðarúrtøkuna, sigur Mourits Joensen.

– Tað eru einar 220 fyritøkur í Suðuroynni og sum heild er gongdin er, at tær fækka, og hondverkarar, og onnur, eru ikki kappingarførar táið bjóðast skal upp á arbeiði norðanfjørðs. 

Hann sigur, at tað er eisini ein sannroynd, at arbeiðsloysið er størri í Suðuroynni enn í restini av landinum, umframt tað sveiggjar meiri enn aðrstaðni.

Men aðrastaðni, har tey hava fingið undirsjóvartunlar, er arbeiðsloysið farið at líkjast arbeiðsloysinum í miðstaðarøkinum.

Tað er eisini hugsandi, at tað verður gongdin í Suðuroynni tá ið suðuroyingar fáa betri atgongd til arbeiðsmarknaðin í øllum landinum.

Samstundis fer eitt fast samband eisini at økja um prískappingina ímillum handlar og fyritøkur í Suðuroynni, tí nú fáa tey alt landið at kappast við, og tað er til frama fyri vanliga fólkið.

– Ein tunnilin fer eisini at bøta um kappingarførið hjá útflutningsfyritøkunum í Suðuroy, tí tað fer at gera tað lættari hjá teimum fáa vørurnar av oynni, og tað gevur eisini eitt íkast til føroyska búskapin.

Mourits Joensen sigur, at tunnil fer eisini at føra við sær, at virðið á ognum í Suðuroynni fer at hækka og sostatt fer tunnilin at minka um ójavnan ímillum tey ymsu økini í landinum.

Tað eru summi, sum hava ført fram, at Suðuroyartunnilin fer at gera haldførið í búskapinum verri.

Búskaparfrøðingurin er ikki samdur.

– Tunnilin verður fíggjaður við lánið, so skuldin fer at veksa. Men tað eru fá lond í Evropa, sum hava minni skuld enn vit, sigur hann.

– Men hugsa vit um teir fyrimunir, sum tunnilin hevur, fer hann, í longdini, at bøta um haldførið í búskapinum.

– Sostatt verður Suðuroyartunnilin, samanumtikið, eitt íkast til búskapin í longdini, leggur hann afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Ferðafólk fyri borð á Norrønu

28. juni kl. 20:35

Nú er avgjørt hvør vinnarin er

26. juni kl. 08:30

Maður fyri borð á Norrønu - eru givin at leita

28. juni kl. 22:48

Maður fyri borð á Norrønu: Eingin sá hvat hendi

21 tímar síðan

Norrøna farin aftur í sigling - leitingin heldur fram

28. juni kl. 21:08

Tvey hús á Toftum fingu skaða av spreinging

24. juni kl. 07:40