Jona Joensen ætlar sær bestemt at lurta eftir Sissal tá hon fer á pallin, tað verður tó ígjøgnum sjonvarpi at hon fer at fylgja við. Henni dámar væl sangin "Hallucination", og ætlar sær eisini at senda sína atkvøðu til Sissal.
- Tað er sera nógv í fjølmiðlimum um Eurovision, eg haldi alt Schweiz fylgjur við! Eg havi ikki verið specielt áhugað, men nú eri eg tað við føroysku Sissal. Vit hava føroyskar gestir, so vit fara óivað at hyggja saman, sigur Jona.
Jona hevur búð í Sveis í næstan 30 ár. Har býr hon í umhvørvi sum nógv okkara bert droyma um. Hon býr nevniliga á einum garði ein tíma sunnanfyri Basel, har tey hava eitt snikkaraverkstað og eitt gestahús sum til ber at leiga.
Omaná tað eru tey sjálvforsýnandi við frukt, grønmetið, vín við meira. Jona bjóðar eisini keramik-retreats, coaching-retreats og workshops á garðinum.
-Av fyrstani tið kom eg niður her vegna arbeiði, og møtti mínum sveisiska manni Thomas herniðri, fortelur Jona.
Føroyingar eru , sum altíð, at finna allastaðni í heiminum. Soleiðis er eisini í Sveis. Jona greiður frá, at tey hava eitt føroyingafelag harniðri.
- Vit eru ca 10 føroyingar, og so koma makar og familja afturat. Vit møtast fast fyrsta vikuskifti i septembur og hava gjørt tað i ca 25 ár.