Merkið hundrað ár

Føroyskir studentar bóru føroyska flaggið fyrstu ferð alment fram á føstugangsveitslu í Føroyingafelag...

Pól á Kletti
1. mars 2019 kl. 14:13

Føroyskir studentar bóru føroyska flaggið fyrstu ferð alment fram á føstugangsveitslu í Føroyingafelag í Keypmannahavn 2. mars 1919


Merkið  verður  flagg okkara nevnt. Hósdagin tann 25. apríl 1940 viðurkendi bretska hervaldið tað sum tjóðarmerki føroyinga. Flaggið er ein týðandi partur av tí føroyska samleikanum. Ítróttafólk bera við stoltleika Merkið á bringuni, tá ið tey umboða Føroyar.

Merkið verður vundið á stong, tá ið føroysk skip koma í fremmanda havn. Og undir krígnum, tá ið okkara sjófólk sigldu vandasjógv, veittraði Merkið í mastrartoppinum. Tann hvíti dúkurin við reyða krossinum og bláu rondini minnir okkum á søgu og mentan okkara.


Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,

men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð.

Har tú veittrar á báru, fjalli, bergi og ong,

syngur tjóðin tær glaðasta song.


Enn eru fólk á lívi, sum minnast tíðina áðrenn Merkið varð viðurkent. Minnast tað stríð, ið skuldi til, áðrenn føroyingar kundu savnast um Merkið.

Eftir 21 ára stríð og harða mótstøðu móti tí ‒ bæði úr Danmark og innlendis í Føroyum ‒ varð Merkið viðurkent sum tjóðarmerki føroyinga í bardagaárunum.


Føroyskir studentar taka stigið


Á føstugangsveitslu í Føroyingafelag fyri hundrað árum síðan, 2. mars 1919, varð føroyska flaggið borið fram á fyrsta sinni. Høvuðsforsprákarar vóru Jens Oliver Lisberg, stud. jur., Thomas Pauli Dahl, stud. med. og Janus Øssursson, stud. theol. Og skjótt fóru føroyingar – bæði út og heima – at flagga við tí.

Men loyvt var tað ikki og flaggstríð tók seg upp, bæði í Løgtinginum og millum føroyingar og donsku myndugleikarnar. Tað vóru serliga sjómenninir, ið førdu hetta stríð. Longu 9. apríl 1940, sama dag sum Danmark varð hersett av Týsklandi undir seinna heimsbardaga, flaggaði sluppin »Eysturoyggin« við Merkinum. Hetta tí at danska flaggið ikki kundi brúkast, meðan Danmark var hersett av Týsklandi. Og eftir 25. apríl 1940  kundu føroyskir sjómenn sigla øll heimsins høv undir egnum tjóðarmerki.

Bretska hervaldið kravdi, at umframt at veittra í mastratoppi skuldi føroyskt flagg og orðini Faroes og Føroyar verða málað á skipaborð. Síðan 1947 hava skótar, feløg og ljómlið skipað fyri flaggdagshaldi víðahvar í Føroyum. Við heimastýrinum 1948 varð Merkið endaliga góðkent sum tjóðarflagg.


»Gyðja leypur split í dansin«

Vanliga uppfatanin hesi hundrað árini er, at Jens Oliver Lisberg, stud. jur., úr Fámjin er upphavsmaður Merkisins og tess litsamanseting. Men fjórðingsøld seinni »leyp Gyðja split í dansin«.

Tann 7. november 1943 hevði Hitt føroyska Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn 25 ára stovningardag. Í hesum sambandi varð minnisrit givið út, her formaður felagsins, Emil Joensen, prestur, sigur frá søgu felagsins. Ein av teim pørtum, hann sigur frá, er søgan um hvussu føroyska flaggið varð til.

Tá í Kr. Ungmannafelag varð stovnað í 1918 vórðu veðraflaggið og tjaldursflaggið brúkt sum føroysk fløgg. Millum siglandi menn og studentar varð javnan talað um, at føroyingar áttu at havt eitt krossflagg eins og hini Norðurlond. Føroyskir studentar – við Louis Zachariassen á odda – bóru Merkið fyrstu ferð alment fram á føstugangsveitslu í Føroyingafelag í Keypmannahavn sunnudagin 2. mars 1919. Merkið var væl fagnað av veitslufólkinum.

Longu sunnudagin eftir, tá ið fundur varð hildin í Ungmannafelagnum, varð nýggja flaggið sett undir liðini á tí danska í stovu felagsins. Á hesum fundi var evnið Suðurjútland, sum var undir týskum yvirvaldi; og tí var innsavnan til KFUM og -K feløg har, so at teimum bar til at keypa sær eitt dannebrogsflagg.

Sambært Emil Joensen í 25 ára minnisiti ungmannafelagsins er søgan um uppruna Merkisins eitt sindur øðrvísi enn tann alment kenda. Her sigur hann frá einum degi, tá ið Jens Oliver Lisberg og Janus Øssursson støkka inn á gólvið hjá sær á Garði (Regensen). Henda dagin gera teir av at gera nøkur uppskot til føroyskt flagg. Emil teknar so ein reyðan kross við bláum kanti á eitt hvítt pappírsark. Teir eru allir samdir um, at henda litsamansetingin er vøkur, og at hetta vist er tað einasta, sum ber til, tí hinar samansetingarnar hava brøðratjóðirnar frammanundan í tjóðarflaggi sínum (Svøríki undantikið, ið hevur gulan kross í bláum dúki).

Longu í 1935 hevði Janus Øssursson annars sagt sína søgu um flaggskapanina. Mest sum alt – sjálvt í smálutum – um søguna hjá Merkinum samsvarar við frásøguna hjá Emil Joensen. Einasti munurin er frágreiðingin um, hvussu litsamansetingin kom í lag.

Sambært Janusi Øssurssyni vóru bert tveir persónar við til at sniðgeva flaggið: Janus sjálvur saman við Jens Oliver. Teir vóru skjótt samdir um, at flaggið skuldi hava litirnar: reytt, blátt og hvítt – teir sonevndu norðurlendsku litirnar.

Og til tess, at flaggið ikki skuldi líkjast tí norska ella íslendska ov nógv, samdust teir um at brúka hvítan dúk. Hinir báðir litirnir og lutfallið millum teir tríggjar litirnar var avgjørt eftir uppskotinum hjá Lisberg.


Blaðkjak um flaggið

Søgan hjá Emil Joensen fall mongum fyri bróstið og hevði nógva blaðskriving við sær í útisetablaðnum Búgvanum. Fólk undraðust á, hví Emil ikki hevði sagt sína søgu fyrr enn slaka fjórðingsøld eftir uppruna Merkisins og átta ár eftir frásøguna hjá Janusi Øssursson, sum var sera bilsin og harmur um nýggju upplýsingarnar.

Skrivingin í Búgvanum stóð við í næstan eitt hálvt ár eftir at minnisritið var komið út, tó uttan at nakar av pørtunum gav eftir og broytti hugsan.

Stutt eftir at Janus Øssursson doyði (1964), legði Emil Joensen sína søgu framaftur. Hesaferð í eini eitt sindur tillagaðari útgávu. Nú verður sagt, at hann (Emil) teknaði ein reyðan og ein bláan kross á eitt hvítt blaðark. Tann triði maðurin, Jens Oliver Lisberg, sigur tá, at tað var betri at hava tann reyða litin innast og bláar rendur ímillum tann reyða litin og tann hvíta. Emil so gjørdi, og allir hildu teir, at hetta gjørdi litirnar týðiligari og skildi teir betur frá hvør øðrum. Allir tríggir samdust teir um, at soleiðis skuldi tjóðarflagg Føroya síggja út.

Í øllum hesum frásøgubrigdum er eyðsýnt, at tað er Jens Oliver Lisberg, ið er upphavsmaður til Merkið. Ilt er at siga, hvussu stórur leikparturin hjá hinum er. Hvørki fortreytir ella keldur eru at taka undir við teirri frásøgn, ið liggur sannleikanum næst. Men sum skilst vildi Jens Olivur hava bláu rondina at liggja tætt at reyða krossinum og ikki leysan við hvítum ímillum.

Hinvegin er greitt, at eftir at Jens Oliver Lisberg hevði fingið eitt stórflagg seymað hjá Nordisk Flag- og Fanefabrik, varð tað hongt út av vindeyganum í herbergi Emil Joensens á Garði og sást sostatt fyrstu ferð undir víðum lofti.

Hví varð tað gjørt? spyr kanska onkur. Tað gevur grund til at halda, at tað var her hjá Emil, at flaggið varð til, men at teir vóru fleiri um tað. Flaggið datt ikki niður úr erva við nakrari lykkju um háls okkara um at vera yvirvøldini og statinum lýðin. Tað spratt úr hjartanum á ungum, tjóðskaparhugaðum studentum.

Stutt eftir fór Jens Oliver heim til Føroya í summarfrí og hevði Merkið við sær og vant tað á stong í heimbygd sínari Fámjin, og har veittraði tað fyrstu ferð í Føroyum. Hetta var 22. juni 1919. Sama flaggið hongur nú í glasi og rammu á bróstinum í Fámjins kirkju.