Tríggir dystir í bestu fótbóltsdeildini eru nú seinnapartin. Tann fyrsti í fyrsta umfari var fríggjakvøldið, tá ið HB á heimavølli vann 3-2 ímóti B68, og fimti dysturin er útsettur. Tað er tann á Vágseiði millum FC Suðuroy og EB/Streym.
Fyrsta bríksl í dag er í Trongisvági, har uppflytararnir í TB hava vitjan av meistarunum í Víkingi. Har fer bólturin á rull klokkan 14.45.
KÍ hevur vitjan av 07 Vestur, sum enn ongantíð hevur vunnið í Klaksvík.
Og í Runavík hevur NSÍ vitjan av B36. Hóast tað er í fyrsta umfari, so verður hetta roknað at vera lykladystur hjá báðum feløgunum.
KÍ – 07 Vestur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00
NSÍ – B36: Alex Troleis kl. 15.00
TB – Víkingur: Heini Ziskason Viðoy kl. 14.45