Í dag fer Tórshavnar býráð at taka endaligu støðu til um byggiloyvi skal gevast til at byggja kirkju við Sandá, tað er á stykkinum ímillum ánna og Støðlagøtu.
Og sum tað sær út nú, er meiriluti fyri at geva byggiloyvi.
Millum fólk er annars stór mótstøða ímóti ætlanini, tí nógv fólk vilja varðveita fríøkið, sum er har. Og sum vit skrivaðu í morgun, hevur Elsa Berg, borgarstjóri í Havn, hevur fingið undirskriftir frá yvir 1.700 fólkum, sum vilja varðveita fríøkið.
Annars varð byggiloyvið skrivað fyri einum góðum ári síðani, men so kom kærustovnurin eftir, at málið var ikki viðgjørt eftir bókini og tí skuldi tað ganga umaftur. Eitt nú vóru grannarnir ikki hoyrdir, sum teir skuldu.
Í hesum sambandi fingu 16 grannar og 13 av teimum hava svarað. Býráðið sigur, at tað var bara ein av teimum, sum tekur undir við at kirkjan verður bygd, hinir 12 vóru allir ímóti.
Tað, teir serliga hefta seg við, er náttúran, útsýni, parkering og so eisini sjálv staðsetingin.
– Viðvíkjandi náttúruni, hevur dentur verið lagdur á at sameina kirkjubyggingina við náttúruna rundan um hana, og at fríøkið verður ávirkað í minst møguligan mun, sigur býráðið.
– Kirkjan er uttan fyri friðingarlinjuna og friðingarmyndugleikarnir hava góðkent ætlanina at byggja hana, sigur býráðið.
Nógv av plantuvøkstrinum á stykkinum er ikki náttúrligur vøkstur, men er frá ymsum plantum frá urtagarðsruski, ið hevur plantað seg sjálvt við fríøkið fram við Sandá.
Býráðið sigur, at tað er ivasamt um kirkjan fer at órógva nakað nevnivert av órørdari náttúru.
Tey vísa á, at tá ið Müllerstrøð varð útstykkjað til bústaðir, varð økið, har kirkjan skal standa, brúkt sum tyrvingarpláss fyri útgrevstrinum.
– Tað sæst týðiliga hvør partur á økinum hevur verið brúktur til tyrvingarpláss, sigur býráðið.
Hvat viðvíkir útsýni er tað ein sannroynd, at tá bygt verður í einum øki, missa grannarnir útsýnið, antin heilt ella partvís. Men hevur ein umsøkjari rætt til at fáa byggiloyvi, hava grannarnir ikki krav upp á at varðveita útsýnið, leggur býráðið afturat.
Hinvegin eru eingi serstøk krøv um parkering, og tí skulu vanligu krøvini lúkast. Og har stendur, at nóg nógv parkeringspláss skulu gerast, soleiðis at íbúgvar, starvsfólk, vitjandi, kundar, veitarar, og onnur, kunnu parkera bilar, motorsúkklur, prutl, súkklur, og onnur akfør, í økinum, sum hoyrir til byggingina.
Støddin á parkeringsplássinum skal sostatt hóska til bygningin, og endamálið, hann skal brúkast til.
Býráðið sigur, at tað eru ikki nógv starvsfólk í kirkjuni, og t í er tað bara tá í kirkjugongd, jarðarferðir, og onnur stór tiltøk eru, at brúk er fyri nógvum parkeringsplássum.
– Tí hava tey hugt eftir, hvussu nógv almenn parkeringspláss eru har um vegir, sum kunnu brúkast, tá nógv fólk er í kirkju, og út frá tí kunnu krøv setast til, hvussu nógv parkeringspláss skulu vera við sjálva kirkjuna.
í hesum sambandi sigur býráðið, at við útstykkingina á Müllerstrøð eru rættiliga nógv almenn parkeringspláss. Tættast við kirkjuna eru 20 pláss á ovaru síðu av Støðlagøtu, við gamla spinnaríið eru 15 parkeringspláss, í Garðsgøtu eru 18 pláss og 17 parkeringspláss eru í Heygstúni,
Sostatt eru tilsamans eini 70 parkeringspláss har í grannalagnum, sigur býráðið. Annars er pláss gjørd til 24 parkeringspláss inni á stykkinum hjá kirkjuni, harav trý eru til rørslutarnað.
– Byggimyndugleikin hevur mett, at hetta er eitt nøktandi tal á parkeringsplássum, sigur býráðið.
Býráðið sigur eisini, at byggisamtyktin fyri økið framvið Sandá varð broytt í 2011 og tá varð loyvt at byggja framvið ánni.
Men tá helt býráðið eisini at tað var ongastaðni á Argjum, at tað var eitt betri stað at byggja eina kirkju, enn akkurát her.
Býráðið sigur, at samanumtikið mælir tekniski stjórin hjá býráðnum til, at býráðið staðfestir avgerðina um at geva kirkjuni byggiloyvi.
Sìðani hevur Byggi- og býarskipanarnevndin viðgjørt málið, og har tekur ein meiriluti undir við tilmælinum. Tey eru Anja Weyhe og Heidi Lava Elgeirsdóttir úr Tjóðveldi og Bergur Robert Dam Jensen úr Javnaðarflokkinum.
Hinir báðir limirnir í nevndini, Birgir Nielsen úr Fólkaflokkinum, og Kári Johansen á kommunulstanum vilja hava, at málið verður lagt fyri býráðið, so at býráðið kann taka eina endaliga støðu.