Ongi úrslit

Mark Carney tikin í eið sum forsætisráðharri í Kanada

Mark Carney er forsætisráðharri nummar 24. í Kanada

Ragnar Sjurðarson
14. mars kl. 19:52

Mark Carney, nýggi leiðarin í Liberala Flokkinum í Kanada, er tikin í eið sum 24. forsætisráðharri í landinum. Hetta skrivar kanadiski almenni miðilin CBC.

Nú er nýggja stjórn hansara um at verða tikin í eið.

Stjórnin verður nevnd "ein slankari og meira miðvís stjórn" enn tann hjá fráfarandi forsætisráðharranum Justin Trudeau, skrivar CBC.

Eftir eitt langt tíðarskeið við innanhýsis ófriði í Liberala Flokkinum boðaði Trudeau frá, at hann fór at leggja frá sær bæði sum floksformaður og forsætisráðharri, tá flokkurin hevði valt eftirmann hansara.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05