Danmark hevur ikki so nogvar hermenn í Katar.
Teir sum eru har hava tað gott, boðar danska herdeildin frá í innleggji mánakvøldið á sosiala miðlinum X.
- Forsvarið fylgir áhaldandi við støðuni og hevur einki víðari at leggja afturat, stendur í innlegginum.
Ein røð av londum hava fordømt álopið hjá Iran á hernaðarstøðina hjá Al-Udeid í Katar, harímillum eisini fleiri lond í Miðeystri.
Saudi Arabia kallar tað eitt týðiligt brot á altjóðarætt og meginreglurnar um gott grannalag.
Áleið sama orðing kemur eisini úr Bahrain. Sameindu Arabisku Emiratini, Egyptaland, Libanon og Oman fordøma eisini álopið og eskaleringina av ósemjuni í økinum.
Uttanríkisráðharrin í Danmark, Lars Løkke Rasmussen, fordømdi eisini álopið mánadagin.
Franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur heitt á, um at venda aftur til diplomati og gera ein enda á "spiralinum av ruðuleika".