Løgtingsmaður er ørkymlaður av søgum um danskar myndugleikar í Føroyum

Nú spyr hann landsstýrismaður um hann er kunnaður um virksemið hjá donsku myndugleikunum í Føroyum - og um hann er nøgdur við tað

Áki Bertholdsen
18. februar 2025 kl. 18:30

Hvussu nógva kunning fáa føroyskir myndugleikar um virksemi hjá donskum myndugleikum í Føroyum.

Og hvørja meting hevur landsstýrismaðurin av støðuni í løtuni út frá tí kunning, sum hann fær.

Hetta eru tveir spurningar, Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum skal svara upp á.

Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur reist málið tí hann er ørkymlaður av øllum teimum søgum, sum eru at frætta um virksemið hjá teimum donsku myndugleikunum í Føroyum.

­Hann vísir á, at seinastu tíðina hava vit hoyrt fleiri dømi um um, at tað eru avbjóðingar hjá donsku myndugleikunum í Føroyum sum virka á lógarøkinum, tað eru løgreglan, ákæruvaldið og dómsvaldið.

Hann sigur, at eitt dømi er, at tað tók fimm ár og fimm mánaðir at avgreiða eitt mál, sum endaði við at snúgva seg um eina bót upp á 5.000 krónur fyri at órógva almenna friðin á havnalagnum í Nólsoy. Og tá ið avtornaði fall bótin burtur.

Eitt annað dømi, sum er komið styttri hjá ákæruvaldinum - og sum kann metast at vera eitt størri mál - er nógv umrødda bótin til Bakkafrost fyri at bróta djóraverndarlógina.

– Heldur ikki, tá ið fótbóltsófriðarkroppar yvirtóku Havnina í fjør, gjørdu ríkismyndugleikarnir nakað fyri at steðga hesum, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Hann sigur, at ístaðin varð roynt at flyta øll hini undan, og at heita á fólk um at stongja tær fyritøkur, sum lógu á leiðini hjá hesum ófriðarkroppum.

Somuleiðis er greitt, at hesa seinastu tíðina eru tveir politistar dømdir fyri lógarbrot.

Umframt hetta hevur fyrrverandi sýslumaður, og løgreglumaður, víst á eina støðuga niðurlaging av løgregluni í Føroyum, og hvussu uppgávurnar verða loystar.

Hann sigur, at hetta seinasta tykist heldur ikki at vera í ósamsvari við, at stórar sparingar skulu gerast í løgregluni í løtuni.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at hetta eru sparingar, og broytingar, sum almenningurin, og lóggávuvaldið í Føroyum, fáa sera lítið innlit í.

– Samstundis ljóðaði á fútanum í KvF, at løgreglan í Føroyum er á einari heilt góðari leið.

Eirikur í Jákupsstovu sigur, at orsøkin til at hann spyr landsstýrismannin í lógarmálum, og ikki Ríkisumboðið, er, at tað er sera trekt at fáa Ríkisumboðið á tal á Løgtingi - og tað tykist eisini at vera ógjørligt at spyrja nærri um nøkur viðurskifti, tá ið Ríkisumboðið fyrst hevur lisið eitt embætissvar frá einum ráði í Danmark.