Ongi úrslit

Løgreglan kannar tvey innbrot

Í báðum førum eru pengar stolnir

Áki Bertholdsen
4. februar kl. 09:20

Í løtuni kannar løgreglan tvey innbrot, annað var í Miðvági og hitt var í Havn. Løgreglan sigur, at sunnunáttina hava fólk brotið seg inn í Bónus í Miðvági har tey hava stolið pengar, men upphæddina vita tey ikki akkurát.

Og í nátt hevur innbrot verið í einum stovni tætt við miðbýin í Havn, har ein lítil pengakassi við nakað av pengum í, er stolin, men talan er um eina lítla upphædd, sigur løgreglan.

Um vikuskiftið varð eisini brotið inn í tvær matstovur í miðbýnum í Havn eftir rúsdrekka og pengum. Løgreglan sigur, at vakmyndatól eru á báðum matstovunum og tað var skjótt at tey fingu illgruna til ávís fólk. Í tí sambandi vórðu tvey fólk tikin, so tað málið er uppklárað.

Mest lisið hesa vikuna

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

Í gjár kl. 16:40

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

15 tímar síðan

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

13 tímar síðan

Gamal kenningur aftur á Løgting í nakrar dagar

17 tímar síðan

Mæla frá at lokka oljufeløg til Føroya at leita eftir olju

9 tímar síðan