Í gjár varð ein útlendingur førdur fyri Føroya rætt tí at løgreglan vildi hava hann dømdan fyri ymsar brotsgerðir og síðani vildi løgreglan eisini hava hann vístan av landinum.
Løgreglan sigur, at talan er um ein mann úr Eysturevropa, sum hevur verið her í eina tíð og arbeitt. Men hesa tíðina hevur hann gjørt seg sekan í fleiri lógarbrotum, bæði harðskapi og stuldri.
Løgreglan sigur, at talan er ikki um álvarslig brotsverk, men tey halda, at nú eru tey so nógv í tali, at bikarið fleyt yvir og tey halda ikki, at slíkur maður eigur at fáa loyvi at verða verandi í landinum.
Eitt nú er hann skuldsettur fyri harðskap í einum føri, men talan er kortini ikki um grovan harðskap. Harumframt er hann skuldsettur fyri at hava stolið vørur úr ymsum handlum einar seks, sjey ferðir.
Men løgreglan sigur, at Føroya Rættur helt ikki at tað var nóg mikið til at seta mannin í geglið og at vísa hann av landinum, so hann varð leyslatin aftur.
Tað gjørdi eisini sítt til, at maðurin førdi fram, at hann hevði góð, persónlig viðurskifti í Føroyum.
Endamálið hjá løgregluni at fáa hann í rættin var nettupp fyri at tryggja, at hann varð verandi í varðhaldi til málini vóru liðugt avgreitt, so at hann kann fáa sína revsing, og so skuldi hann vísast av landinum.
Men, sum sagt, helt dómarin í Føroya Rætti at lógarbrotini vóru so lítisverd, at maðurin skuldi leyslatast aftur, og tað varð hann so.
Løgreglan sigur, at arbeitt verður nú víðari við skuldsetingunum ímóti honum, og so verður hann førdur aftur fyri rættin táið málini eru klár til tað.
Men tá kann maðurin langt síðani vera farin av landinum aftur, tí passið er ikki tikið frá honum - og so fáa tey aldrin fatur í honum aftur, so at hann kann fáa sína revsing fyri tað, hann hevur gjørt.