Iranska kollveltingarverjan (IRGC) staðfesti mánadagin offisielt, at hon hevur framt eitt hevndar-rakettálop móti amerikansku herdeildunum á flogvøllinum Al Udeid í Katar.
Hettar hendir eftir at Teheran í gjár, segði seg fara at hevna móti álopum hjá USA á iransk kjarnorkuverk.
Iranska tíðindastovan Tasnim skrivar at spreingingar vóru sjónligar yvir høvuðsstaðnum í Katar, Doha mánadagin.
Tað var í fyrstu atløgu ikki greitt beinanvegin, um talan var um loftverjuskipanina ella rakettirnar sjálvar. Harðar spreingingar hoyrdust eisini.
Amerikansku og bretsku sendistovurnar í Katar høvdu fyrr givið út yvirlýsingar, har tey mæltu borgarum í Katar at leita skjól í nærheitini og bíða til nærri kunning.
Katar sigur, at tað hevur stongt loftrúmið fyribils sum ein liður í tiltøkunum sett í verk, fyri at tryggja trygdina hjá íbúgvum og vitjandi.