Ongi úrslit

Langi lygidagur - ein páskaheilsan

Carl Johan Jensen
20. apríl kl. 08:09

…hmm…í gjár var langi fríggjadagur…og tað er eins og skuggin av honum bløðir yvir henda leygardagin, ið annars varð róptur upp á leygardagin reyða fyrr…íðan var kreddan tá, at sabbatdagin eftir krossfestingina reisti illimaður sín helvitisstrong av mótsøgnum og ruðuleika í verðini…frá tí Loysnarin fór niður til heljar…til hann reis upp haðani páskamorgun og við uppreisnini birti ta vón fyri menniskjum, at skil og rættvísi aftur skuldu valda…

…men í løtuni sýnist langt upp at síggja við nakrari vón um nakað sum helst…so títt dartar fjandin nú við halanum…so hart goyr helvitið úr øllum heraðshornum…henda leygardagin reyða … tjúguhundrað og fimm og tjúgu…

…verðin øvutari enn nakrantíð…alt skil…alt rættvísi…

…eysturi í moskva eita ongar hendur so kristiligar hesi páskini sum tær blóðutu á kremlingum…

…vesturi í washington roknast tað fyri gudrøkni at seta lygnina høgt og umsorgan fyri næstanum í skammikrók…lóg, skil og rættvísi verða avhøgd og kastað í eldin við gudiligari frímóð…

…fyri miðjarðarhavsbotni gongur eitt fólkamorð á í Jesu navni…

…í evropa honka politikarar í allari hálvkristiligheit til báðar síður og látast hvørki vita upp ella niður moralskt…

…í føroyum halda vit tað skinheilaga heimastýrið um okkum í várvindinum so frægt vit fáa og takka annars fyri, at vit ikki eru sum hini…

…ella líka veit eg…men soleiðis limraði íspegilin…:

Langl lygidagur

Lygnin nú javnt við loysnarans orð

Lættir av summum samvitsins kor,

So sagt sum hon satt

Og søtmælt og glatt

Merkir í málið sítt bremsispor.

Merkt í málið sum eitt bremsispor

Um minnið hon gyrðir eitt ekvator,

So vit spráka øll spøk

Spard fyri ta søk,

At vita longur enn lygn veit orð.

At vita longur enn lygn veit orð,

Tað líknast nú mest við andligt hor,

Tí við kross og krist

Krevst eittans vist,

At lygn er jøvn við loysnarans orð.

…satt er tað sum færri siga…ofta…

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

Í gjár kl. 08:40

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00