Nú reagerar Kreml uppá amerikanska álopið á kjarnorkuverk í Iran. Har stendur í frágreiðing, at Russland harmast inniliga og fordømir álopini.
- Amerikanska álopið á Iran hevur økt um talið av luttakarum í stríðnum, og sett gongd á ein nýggjan spiral av eskalering, boða tey frá.
Kreml sigur eisini, at samskiftisrásin við USA er opin og at ein samrøða millum Donald Trump og Vladimir Putin skjótt kann skipast, um neyðugt er.
Vladimir Putin skal eftir ætlan hitta iranska uttanríkisráðharran, sum er í Moskva, seinni í dag.