Koyrdu so skjótt at teir mistu koyrikortið

Tað er ikki óvanligt, at bilførarar lata seg lumpa tá ið hámarksferðin ikki er tann vanliga

Áki Bertholdsen
19. februar 2025 kl. 07:53

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á tveimum vegastrekkjum, har hámarksferðin er sett at vera lægri enn tað vanliga.

Tá ið hámarksferðin er lægri enn tað vanliga, skal eisini nógv minni til fyri at fáa klipp í koyrikortið, ella til at missa tað.

Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar á Velbastaðvegnum á strekkinum út ímóti Norðasta Horni.

Har er bara loyvt at koyra 60 og ikki 80, sum vanligt er í óbygdum. Men har vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt. Tveir eru skuldsettir fyri at koyra ávikavist 86 og 85 kilometrar um tíman og tað er nokk til at fáa klipp í koyrikortið.

Men so var tað ein, sum varð skuldsettur fyri at koyra 99 kilometrar um tíman og tað missur hann koyrikortið fyri. Tað er ein treytað frádøming, so hann kann halda fram at koyra, men skal taka koyrikortið umaftur í næstum.  

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á Stangavegi í Klaksvík. Har eri ikki loyvt at koyra 50, sum vanligt í bygdum øki, men bara 40. Har varð ein bilførari tikin fyri at koyra 65, og tað er nokk til at hann eisini missur koyrikortið treytað.