Fyrrapartin í morgin fer Eyðun Klakstein landsliðsvenjari á tíðindafundi at boða frá, hvørjir spælararnir eru, sum hann hevur boðsent at vera við á fyrstu landsliðsferðini í ár. Talan er um tveir dystir. Tann fyrri verður leygardagin 22. mars í Kekkia, og tann seinni verður týsdagin 25. mars í Montenegro.
Talan verður neyvan um stórar broytingar í 23 manna hópinum. Kanska ber tað til at ímynda sær, at onkur spælari, sum tæntu Eyðuni væl á U-21 landsliðnum, og sum nú eru ov gamal at vera við á U-21 landsliðnum, fer at fáa landsliðsboð, men ivaleyst vera tað heilt nógvir, sum vóru við á landsliðsferðini í november, ið fara at fáa boð.
Í november hevði Eyðun Klakstein ábyrgdina, og Atli Gregersen var hjálparvenjari, tá ið landsliðið vann 1-0 í Armenia og tapti 1-0 í Norðurmakedonia.
Eftir mest sum hvørja úttøku, tá ið Håkan Ericson var venjari, varð tosað um, hví Páll A. Klettskarð ikki var á landsliðnum. Grundgevingin hjá venjaranum var, at tað bar ikki til bæði at hava Klæmint A. Olsen og Páll A. Klettskarð í hópinum, og at venjarin metti, at Klæmint var fremri enn KÍ álopsspælarin.
Í november var Páll í landsliðshópinum, og tá var Klæmint ikki við.
Eyðun Klakstein hevur ongantíð givið til kennar, at tað ikki ber til at hava báðar teir fremstu føroysku álopsspælararnar í hópinum. Hann sær út til at vera samdur við mongu fjeppararnar, sum plaga at geva til kennar undran yvir, at hetta er ein trupulleiki.
Fríggjakvøldið og í dag var fyrsta umfar í ársins landskapping. NSÍ vann 4-3 á heimavølli ímóti B36, og Klæmint A. Olsen var tvífaldur málskjútti. KÍ vann 3-1 á heimavølli ímóti 07 Vestur, og Páll A. Klettskarð var tvífaldur málskjútti. Í VFF kappingini hava bæði Páll og Klæmint víst, at teir eru væl fyri, og tí fer tað ikki at koma óvart á, um teir báðir í morgin fara at fáa landsliðsboð.
Í fjør vann Víkingur allar dystirnar ímóti teimum longri niðri á talvuni. Í dag meiri enn hálvkiksaðu meistararnir, tá ið tað á útivølli endaði 1-1 ímóti uppflytarunum í TB.
HB var ikki so sannførandi fríggjakvøldið, men tað eydnaðist kortini at fáa øll stigini til høldar ímóti B68, sum fór inn aftur á Toftir við 3-2 tapi.
Dysturin á Eiðinum í Vági millum FC Suðuroy og EB/Streym var útsettur vegna veður.
KÍ – 07 Vestur 3-1 (1-1)
1-0: Páll A. Klettskarð 22.
1-1: Casper G. Hansen 24.
2-1: Páll A. Klettskarð 56.
3-1: Deni Pavlovic 91.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
NSÍ – B36 4-3 (0-1)
0-1: Bogi Reinert Petersen br
1-1: Klæmint A. Olsen
1-2: Jógvan Kárason Gullfoss
1-3: Bogi Reinert Petersen
2-3: Klæmint A. Olsen
3-3: Petur Knudsen br
4-3: Brandur Hendriksson Olsen
Dómari: Alex Troleis
HB – B68 3-2 (3-2)
1-0: Ári Mohr Jónsson 4.
2-0: Sammy Skytte 25.
3-0: Leivur F. Guttesen 38.
3-1: Hanus Højgaard 40
3-2: Sebastian Lau Nielsen 42.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
TB – Víkingur 1-1 (0-0)
0-1: Jákup Johansen
1-1: Samudeen Musah br
Dómari: Heini Ziskason Viðoy