Ongi úrslit

KÍ og Víkingur eru stórir favorittar í hálvfinaluni

LØGMANSSTEYPIÐ: Eftir at hava varpað tvey lið úr bestu deildini úr steypakappingini fer AB at spæla ímóti KÍ, og hin hálvfinalan verður oyggjauppgerð millum B68 og Víking

Jóannes Hansen
21. apríl kl. 19:50

Tað er møguleiki fyri, at steypafinalan verður millum KÍ og Víking, sum síðani 2016 hava spælt tvær finalur og vunnið hvør sína. KÍ í 2016 og Víkingur í 2022. Felags fyri KÍ og Víking er, at tey hava vunnið steypakappingina seks ferðir.

Lutakast hevur fyri lítlari løtu síðani verið um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni. Heðin Arge frá Televarpinum og Páll á Reynatúgvu fyrrverandi B71 spælari og steypavinnari í 1993 stóðu fyri lutakastinum.

Lutakastið lagaði seg soleiðis, at KÍ og AB hittast í aðrari hálvfinaluni, og B68 og Víkingur hittast í hini hálvfinaluni.

20. mai hittast KÍ og AB í Klaksvík, og 21. mai hittast B68 og Víkingur á Toftum.

18. juni hittast AB og KÍ á Argjum, og 19. juni hittast Víkingur og B68 í Norðragøtu.

KÍ vann seg í hálvfinaluna eftir brotssparkskapping ímóti B68. Eftir longda leiktíð var støðan 1-1, og so vann KÍ brotssparkskappingina.

AB vann seg í hálvfinaluna við 3-2 sigri á útivølli ímóti EB/Streymi, sum eina løtu í fyrra hálvleiki var frammanfyri 2-0. Sigursmálið skoraði AB fimm minuttir undan leikloki.

Í kvøld vann B68 seg í hálvfinaluna við 6-3 sigri á útivølli ímóti B71. Áðrenn ein hálvur tími var farin,  vóru toftamenn frammanfyri 4-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki vóru teir frammanfyri 6-1, áðrenn B71 tvær ferðir skoraði.

Í Sarpugerði gekk tað javnt á millum heimafavorittarnar í Víkingi og Skála, sum spælir í næstbestu deildini. Hálvleiksstøðan var 1-1. Poul Kallsberg átti uppleggið, tá ið Jørgen Nielsen legði Víking á odda. Tað var í 18. minutti, og tíggju minuttir seinni javnaði Martin Johansen til 1-1.

Tá ið ein tími var farin, skoraði Poul Kallsberg 2-1 sigursmálið eftir upplegg frá Inga Jonhardsson.

AB hevur ongantíð verið í steypafinaluni. B68 hevur tvær ferðir verið í finaluni uttan at vinna.

KÍ hevur vunnið steypakappingina seks ferðir, og Víkingur hevur vunnið steypakappingina sek ferðir.

Síðsti sigurin í steypafinaluni hjá KÍ var í 2016. Tað var eftir brotssparkskapping ímóti Víkingi.

Síðsti sigurin í steypafinaluni hjá Víkingi var í 2022, tá ið Víkingur vann 1-0 ímóti KÍ.

KÍ – B36 1-1 (0-0) 5-4 eftir brotssparkskapping

0-1: Pætur J. Petersen

1-1: Dávid B. Andreasen

Brotssparkskapping

0-1: Bogi Reinert-Petersen

0-1: Páll A. Klettskarð málverjin bjargar

0-1: Símun Sólheim í stólpan

1-1: Patrik Johannesen

1-2: Brian Jakobsen

2-2: Jákup B. Andreasen

2-2: Mattias Hellisdal málverjin bjargar

3-2: Odmar Færø

3-3: Benjamin Heinesen

4-3: Jóannes K. Danielsen

EB/Streymur – AB 2-3 (2-1)

1-0: Jens Erik Bruhn

2-0: Boubacar Dabo

2-1: Rógvi Skála

2-2: Tóki Næss Rasmussen

2-3: Fróði Pæturson Rasmussen

 

Víkingur – Skála 2-1 (1-1)

1-0: Jørgen Nielsen 18.

1-1: Martin Johansen 28.

2-1: Poul Kallsberg 60.

 

 

B71 – B68 3-6 (0-4)

0-1: Martin Klein Joensen 4.

0-2: Hanus Højgaard br 9.

0-3: Jóhan Josephsen 18.

0-4: Jóhan Josephsen 29.

1-4: Thierno Seydou Doucoure 54.

1-5: Djóni Samuelsen br 62.

1-6: Emanuel Kulego 66.

2-6: Erlendur Háfoss 73.

3-6: Julian Frankiesson 83.

 

Fyrru hálvfinalur

Týsdagur 20. mai

KÍ – AB

Mikudagur 21. mai

B68 – Víkingur

Seinnu hálvfinalur

Mikudagur 18. juni

AB – KÍ

Hósdagur 19. juni

Víkingur – B68

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Framferðin hjá Ísrael er fólkamorð - og her valdar tøgn

Í gjár kl. 08:40

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00