Ongi úrslit

Keir Starmer viðurkennir Palestinskan Stat í dag

Kanada og Avstralia væntast eisini at fara at viðurkenna

© Toby Melville
Jóhanna Højgaard
21. sepember kl. 13:49

Í dag fer Sir Keir Starmer væntanti at halda sítt lyfti um at viðurkenna Palestina sum ein stat.

Hettar hendur eftir at hava sett eina røð av treytum í juli, sum lítil útlit var fyri, at Ísrael kundi lúka. Eitt nú at semjast um vápnahvíld við Hamas.

Forsætisráðharrin fer at siga, at hann viðurkennir "ófrádømiliga rættin" hjá palestinska fólkinum og tað, sum hann heldur vera eina moralska ábyrgd,at halda eina tvístatsloysn á lívi, millum oyðileggingina av krígnum og stúran fyri niðursetuútbygging á Vestara Áarbakka.

Hetta fer bretska stjórnin formliga at leggja fram á ráðstevnu hjá ST-aðalfundinum í New York í vikuni, eftir eitt diplomatiskt trýst undir leiðslu av Emmanuel Macron.

Kanada og Avstralia væntast eisini at viðurkenna statin. Tey tvey londini vilja tó eisini heita á Hamas um at avvápna.

Sí ayoutube Starmer viðurkennur Palestinskan stat

Mest lisið hesa vikuna

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

9 tímar síðan

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45

Skattatrýstið í Føroyum veksur - er næsthægst í Norðurlondum

17. oktober kl. 09:45