Ongi úrslit

Kan elva til fólkauppreistur

Jóhanna Højgaard
12 tímar síðan

Á videobrotinum sum er víst í fleiri miðlum sæst, at 37 ára gamli mótmælismaðurin Alex Jeffrey Pretti, verður sprayaður við piparspray, síðani hildin niðri av einum størri hópi av greinsuvørðum.

Vápnið verður tikið frá Pretti, áðrenn ein av vørðunum skjýtur hann fleiri ferðir í ryggin, so hann doyr.

Fleiri videobrot hava filmað at Pretti royndi at hjálpa einari kvinnu, sum var harðliga skumpað niður á fortovið, tá bólkurin av tungt váðnaðum vørðum løgdu hann niður og skutu hann.

Teir siga at tað var í sjálvverju tí Pretti bar eitt vápn uppiá sær, um miðjuna. Pretti hevði loyvi at bera vápn, eftir vápnalógini í Minnesota.

Vitni siga seg hava talt at hann var raktur av tíggju skotum.

Vørðarnir sigast hava hildið løgregluni frá at avstongja økið orduligt, sum tað eigur tá brotsverk skulu kannast.

Ávaring! Videobrotið vísur hendingina, meðan hon veruligu fór fram

Alex Jeffrey Pretti

Hetta er aðru ferð innan ein mánað, at greinsuvørðar hjá ICE hava dripið ein sivilmann, og tað hevur sett í gongd ein storm av vreiði millum túsundtals amerikanarar.

Teir eru ónøgdir við harðligu tilgongdina hjá Trump-stjórnini, mótvegis tilflytarum í landinum.

Seinastu vikurnar hava tí verið stórar mótmælisgongur um alt USA. Hetta er eisini galdandi fyri støð, har undirtøkan fyri Trump áður hevur verið stór.

Eitt dømi er býurin Boise í Idaho, sigur Marie Simonsen, viðmerkjari hjá Dagbladet og amerikanskur serfrøðingur.

- Tað sær út sum ein rein avrætting, sigur hon um sjónbandið av hendingini, sum er í fleiri miðlum.

Spurd um hetta kundi verið byrjanin til ein fólkauppreistur móti Trump, sigur Simonsen, -Avgjørt! uppreisturin er longu í gongd.

Renee Nicole Good

Tann 7. januar var ein annar 37 ára gamal borgari úr Minneapolis skotin og dripin av ICE. Hettar hendi meðan hon sat í bilinum hjá sær sjálvari. Renee Nicole Good æt hon. Renee var mamma at trimunum børn.

Í báðum førum hava amerikanskir ​​myndugleikar hildið uppá, at skottilburðirnir í roynd og veru vóru sjálvverja.

Men í báðum førum hava fleiri partar tvíhildið um tær forkláringarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

Í gjár kl. 09:34

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

19. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15

Jóannes nærkast nýggjum sáttmála

19. januar kl. 15:46