Javnaðarflokkurin fær nú nýggjan mann á Løgting - men tað verður bara í eina viku.
Hans Jacob Thomsen, tingmaður, hevur biðið um farloyvi frá løgtinginum hesa vikuna og tí skala varalimur á ting.
Fyrsti varalimur er Birita Matras Petersen, men hon hevur boðað frá, at hon tekur ikki sæti á Løgtingið hesa tingsetuna.
Annars varalimur er Magna Mørkøre. men hon longu á tingi fyri Ingilín Didriksen Strøm, sum eisini er í farloyvi.
Og triði varalimurin, sum var nummar 16 á løgtingsvalinum við 145 atkvøðum, er Terji Beder, hann hann tekur sostatt sæti á tingi hesa næstu vikuna, til 16. mars, tá ið Hans Jacob Thomsen kemur aftur á ting.
Hetta er fyrstu ferð, at Terji Beder tekur sæti á Føroya Løgtingið.