Ongi úrslit

Jaligur fundur í dag

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 20:10

Lars Løkke Rasmussen sær jaligt uppá fundin í dag.

Hann sigur, at tað var pláss fyri at tosa, og at tosa saman, men at hann hevði villu útsagnirnar hjá Trump aftast í huganum.

- Frásøgnin, sum Trump hevur bygt upp um, hví hann hevur brúk fyri Grønlandi, er diplomatiskt óvarnað, sigur Lars Løkke Rasmussen á danska tíðindafundinum.

Hann leggur aftur dent á, at tað hvørki eru kinesisk krígsskip ella massivar kinesiskar íløgur í Grønlandi.

Sjógvurin skal slættast nakað til slíkar fundir sum í dag

- Men aldurnar hava gingið nakað høgt seinastu tíðina, við eini røð av villum útsøgnum frá amerikanska forsetanum, sigur hann.

- Tað er týðiliga eisini í donskum áhuga, at vit taka trygdina í Arktis í álvara.

Og hetta hevur Danmark eisini argumenterað fyri leingi í ringinum av arktiskum áhugamálum í NATO-londunum.

Arbeiðið tykist nú at bera frukt, tí fleiri NATO-sambandsmenn fara at stuðla í Arktis og Grønlandi, sigur hann

- Eg havi trúgv uppá, at fólkini, sum vit settu okkum niður og tosaðu við, fara at geva tí eitt seriøst skot fyri at royna at vita, um vit kunnu menna eina ískoytissáttmála til tær, vit longu hava, sum kunnu landa hetta, sigur Lars Løkke.

Um teir, Rubio og Vance, kunnu flyta Donald Trump forseta, tað er spurningurin. Og tað fer Lars Løkke sjálvur eisini at fylgja við í.

- Eg eri ikki ein Chamberlain, sum sigur "friður í okkara tíð", men vit mugu nýta teir møguleikar, sum eru.

Tað sigur Lars Løkke Rasmussen, tá hann vísir til fyrrverandi bretska forsætisráðharran, Neville Chamberlain, sum segði "friður í okkara tíð", eftir at hann skrivaði undir München-avtaluna í 1938. Friðurin vardi tó minni enn eitt ár, áðrenn Týskland herjaði á Pólland.

Møguleikarnir, sum nú verða nýttir, eru at USA, Grønland og Danmark nú fara undir arbeiðið at vita, um tey kunnu ganga amerikansku áhugamálunum á møti, samstundis sum tey virða økisrættin og sjálvsavgerðarrættin hjá Grønlandi.

Ovastu embætisfólkini í londunum skulu nú seta seg saman á ein róligan, diplomatiskan hátt, og so fáa vit at síggja, sigur Løkke, um hetta kann broyta samskiftið hjá Trump forseta.

Eftir fundin í dag ivast Lars Løkke ikki í ynskinum hjá amerikanska forsetanum. Sambært danska uttanríkisráðharranum heldur Trump framvegis, at besti mátin at tryggja amerikansku trygdina er at eiga Grønland.

- Hetta er ein greið reyð strika, sum vit merktu frá byrjan, sigur hann.

Lars Løkke Rasmussen verður spurdur av pressuni, um hann nú kann avvísa, at forsetin fer at brúka hernaðarmegi fyri at yvirtaka Grønland.

- Hvussu kundi eg útihýsa tí ? Eg kann bara útiloka tað, um forsetin kemur fram og sigur, at hann útilokar tað, er svarið.

Tað er einki, sum hann hevur upplivað í dag, sum sigur, at ambitiónirnar hjá Trump eru horvnar.

Løkke leggur dent á, at Grønland er partur av danska kongaríkinum. Og tað hava Trump og USA ikki megnað at gjørt nakað við. Heldur ikki samstarvið millum Grønland og Danmark.

- Vit komu saman, vit vóru har saman og vit fóru saman, segði hann.

Hóast stúranirnar sambært Lars Løkke Rasmussen ikki fara at hvørva sum døgg úr sólini eftir fundin í dag, so eru – varisligir – jaligir tónar frá uttanríkisráðharranum.

- Við tí, sum vit hava verið uppi ímóti seinastu tíðina, eru vit í dag, vóni eg, á einum betri stað.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50