Portrið til illgitna Evin-fongslið í Teheran er rakt í einum ísraelskum álopi í morgun. Partar av fongslinum hava fingið skaða, men tamarhald er á støðuni, sambært tíðindastovuni Mizan.
Ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz, sigur, at herurin hevur framt álop á Teheran, eitt nú á fongslið í Evin, sum hann sigur hýsir politiskum fangum og mótstøðufólkum hjá Islamiska Lýðveldinum.
Ísrael boðaði fyrr í morgun frá, at fongslið var eitt av teirra málum fyri einum stórum álopi móti Teheran.
Ísraelski uttanríkisráðharrin, Gideon Saar, skrivar á X, at Ísrael fleiri ferðir hevur ávarað Iran ímóti at fara eftir sivilfólki.
- Tey hildu fram. Eisini í morgun. Okkara svar: “ Viva la libertad, carajo” (Spanskt fyri “Leingi liva frælsi, forbannað”.