Ongi úrslit

Íslendski forsætisráðharrin á vitjan í Føroyum

Kristrún Frostadóttir er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini, sum á valinum í desember 2024 gjørdist størsti flokkur

Løgmansskrivstovan
21 tímar síðan

Sunnudagin vitjar forsætisráðharri Íslands, Kristrún Frostadóttir, við fylgi í Føroyum. Kristrún er 36 ára gomul og er forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingin, sum á valinum í desember 2024 gjørdist størsti flokkur.

Hetta er sostatt hennara fyrsta vitjan í Føroyum sum forsætisráðharri. 

Á skránni sunnudagin er millum annað fundur í Bø og vitjan í Koltri.

Um kvøldið verður farið til hondbóltslandsdyst við Tjarnir.  Mánamorgunin gongur leiðin inn í Eysturoynna, har forsætisráðharrin fær høvið at hoyra nærri um Eysturoyartunnilin og alifyritøkuna Bakkafrost.

Forsætisráðharrin fer av landinum aftur mánadag seinnapart.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Suðuroyartunnilin: Hetta er ein leikur sum fer fram

6. mai kl. 13:00