Ongi úrslit

Ísak flytur til Danmarkar

Landsliðsspælarin fer frá í summar at spæla við HØJ Elite

Jonhard Hammer
8 tímar síðan

Millum tíðindini úr føroysku EM leguni í Oslo í dag er, at Ísak Vedelsbøl í summar fer at skifta felag.

21 ára gamli strikuspælarin og verjuskansin flytur úr svenska IK Sävehof og til HØJ Elite. Hetta er felag í økinum kring Ølstykke/Jyllinge á Sjællandi. Felagið varð stovnað í 2014 við tí greiða endamáli, at felagið skuldi vera við í bestu deildini bæði hjá monnum og kvinnum, og tað er eydnast, tí nú eigur felagið lið í bestu deildunum fyri bæði menn og kvinnur.

-Ísakur er ungur og sterkur og ambitiøsur, sum er stinnur í bæði verju og álopi, og hóast hann bara er 21 ára gamal, so hevur hann longu víst altjóða støði samstundis, sum tað búgva nógvir møguleikar í honum at mennast uppaftur meiri í okkara umhvørvi, sigur Lars Vinther, sum er ítróttarstjóri í HØJ Elite.

-At eg nú fari at spæla við HØJ Elite er stig rætta vegin. Hetta er umhvørvið, har ferðin og kvøvini eru væl størri, og tað dámar mær væl. HØJ Elite er eitt stað, har tað er møguleiki fyri menning, tí støði í hópinum er so høgt. Hetta er umhvørvið, sum hvønn dag bjóðar mær av, og sum eg rokni við fer at lyfta meg sum spælara, sigur Ísak Vedelsbøl við heimasíðuna hjá felagnum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50