Leiðarin fyri Islamiskan Stat í Irak og Sýria, Abdullah Maki Musleh al-Rifai, er dripin.
Tað sigur irakiski forsætisráðharrin, Shia al-Sudani, sambært tíðindastovuni Reuters.
Al-Rifai, sum eisini er kendur við navninum Abu Khadija, varð dripin í einum felags átaki millum irakisku trygdarfólkini og samgonguna undir amerikanskari leiðslu, sum bardist móti hernaðarbólkinum.
Forsætisráðharrin í Irak lýsir Abu Khadija sum ein av "hættisligastu yvirgangsmonnunum í Irak og heiminum".