Ongi úrslit

Iran hevur framt hevndarálop í morgum

13 folk eru særd

© Baz Ratner/ASSOCIATED PRESS
Bumbaður bygningur í Haifa.
Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 08:02

Fleiri rakettálop eru fráboðað í miðstaðarøkinum í Ísrael í morgum.

Tel Aviv, Haifa og Nest Siona eru nakrir av býinum sum eru raktir.

Ísraelska neyðhjálpartænastan hækkar talið av særdum eftir seinasta álopið til 16 fólk.

Ein maður í 30’unum er skaddur av skeljum fra niðurskotnari rakett og 15 onnur fólk eru særd smávegis, stendur í fráboðanini.

Ein rakett rakti eisini Haifa, har ongar sirenur ljóðaðu áðrenn álopið.

Væntað verður at Iran fer at venda aftur við enn størri og oyðileggjandi álopum, sum svar uppá at at USA nu hevur blandað seg uppí, og lagt á kjarnorkustøðir í Iran.

Ísraelar vera bidnir at halda seg í nærheitini av bumbuskỳlum allatíðina.

Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28