Fjórðingsfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið eru í dag. Tveir dystir vera klokkan 15, og tveir dystir vera klokkan 17.15.
Í fjør vóru tað B36 og HB, sum spældu steypafinalu, sum HB vann eftir brotssparkskapping.
Longu í fyrsta umfari varð tað greitt, at talan verður ikki um endurtøku av finaluni í fjør. KÍ sendi í Gundadali HB úr kappingini, og í dag fæst at vita, um tað framvegis verður fyri, at B36 verður partur av steypafinaluni. B36 er í Klaksvík, har fyrsta bríksl verður klokkan 15.
B36 hevur vunnið steypakappingina sjey ferðir. Síðsti B36 sigur í steypafinalu var í 2021.
KÍ hevur vunnið steypakappingina seks ferðir. Síðsti KÍ sigur í steypafinalu var í 2016.
Hitt høvuðsstaðarliðið í fjórðingsfinaluni er AB. Argjamenn eru á veg norður til Eiðis, har fyrsta bríksl verður klokkan 15. AB hevur ongantíð verið í steypafinaluni og AB hevur tískil ongantíð vunnið steypakappingina. EB/Streymur fýra ferðir – í 2007, 2008, 2010 og 2011.
Dystirnir klokkan 17.15 eru B71 – B68 og Víkingur – Skála.
Í steypakappingarhøpi var gylta árið hjá B71í 1993, tá ið sandoyingar við Piotr Krakowski sum venjara vann finaluna ímóti HB 2-1. B71 málskjúttar vóru Torbjørn Jensen og Páll á Reynatúgvu.
B68 hevur ongantíð vunnið steypafinaluna. Toftamenn hava tvær ferðir verið í finaluni. Í 1995 taptu teir 3-1 ímóti HB, og í 2023 taptu teir eftir brotssparkskapping finaluna ímóti HB. Eftir longda leiktíð var støðan framvegis málleysur javnleikur.
Í Sapugerði í Gøtu fær Víkingur vitjan av Skála. Hjá Víkingi hevur tað higartil í ár verið striltið í landskappingini, meðan tað í steypakappingini í fyrsta umfari endaði við 3-1 heimasigri ímóti NSÍ. Víkingur hevur vunnið steypakappingina seks ferðir. Síðsti finalusigurin hjá Víkingi var í 2022, tá ið Víkingur vann 1-0 ímóti KÍ, og Sølvi Vatnhamar tríggjar minuttir undan leikloki umsetti brotsspark til sigursmálið.
Skála hevur ongantíð vunnið steypakappingina. Skálamenn hava fleiri ferðir áður verið í fjórðingsfinaluni, og teir hava verið fýra ferðir í hálvfinaluni: Í 2006 tapti Skála í hálvfinaluni ímóti KÍ, í 2007 Skála ímóti EB/Streymi, og í 2016 og 2019 var tað Víkingur, sum forðaði skálamonnum at vinna seg í steypafinaluna.
Fjórðingsfinalur kappingini um løgmansteypið:
Í dag
KÍ – B36: Rúni Gaardbo kl. 15.00
EB/Streymur – AB: Dagfinn Forná kl. 15.00
Víkingur – Skála: Eiler Rasmussen kl. 17.15
B71 – B68: Jákup Øssursson Mohr kl. 17.15