Ongi úrslit

Hvussu er lítla barnið stilla í politisku flokkunum í Føroyum?

Byrja vit við Miðflokkinum, so er ongin slingur í valsinum av tí at stevnumiðið er so greitt. Lívið skal verjast frá gitna til náttúrligan deyða. Punktum.

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður fyri Miðflokkin
8 tímar síðan

 Miðflokkurin sigur ikki bara noy til fría fosturtøku, men er eisini komin við ítøkiligum lógaruppskotið, sum tryggjar øllum føroyingum rættin til lívið og alla hugsandi hjálp til mammu og pápa.

Framsókn hevur hinvegin valt eitt heilt annað stevnumið. Leiðslan í flokkinum hevur avgjørt at øll í flokkinum skulu taka undir við fríari fosturtøku upp til 12. viku. Hendan avgerðin bleiv tikin so seint sum í 2025, men verður ikki útførd í praksis...enn.

Allir hinir flokkarnir lata grundleggjandi spurningin um rættin til lívið, upp til tann einstaka politikkaran, Hvussu sær hetta so út í verki?

Flokkarnir til vinstru, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið, eru so at siga fyri fríari fosturtøku, um vit hyggja at hvussu teirra løgtingsfólk hava stemmað. Og tað er ongin loyna at vinstraflokkarnir kroysta sínar tingbólkar til at hava hesa støðu, hóast tey billa almenninginum inn, at tað er upp til hvønn einstakan at taka avgerð í etiskum málum. Hesin arbeiðshátturin hevur ført til at bert tvær av fimtan atkvøðum vóru ímóti fríari fosturtøku á tí annars “solidariska” veinginum.

Hyggja vit til tann borgarliga veingin er tað sjón fyri søgn at Sambandsflokkurin er farin í tvíningar í hesum álvarsmáli...

Gamaní stendur Fólkaflokkurin saman um at stemma ímóti fríari fosturtøku, men hvat er Fólkaflokkurin so fyri? Bert tvey av seks løgtingsfólkum, í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum, stemmaðu fyri uppskotinum hjá Miðflokkinum, um at tryggja øllum føroyingum rætt til lív. So hvat Fólkaflokkurin vil seta inn ístaðin fyri fría fosturtøku er framvegis ein ósvaraður spurningur.

Samanumtikið, so er tað bara Miðflokkurin sum í orði og í verki vil tryggja øllum føroyingum rættin til lívið. Ein atkvøða til Miðflokkin er 100% tryggja at fara til stríðið fyri.

Út við fríu fosturtøkuni og inn við rættinum til lívið!

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

9 tímar síðan

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

Í gjár kl. 11:08