Ongi úrslit

Høvuðsstaðarkommunan letur 325.000 kr. í umhvørvisstuðli

Evnið á umhvørvisvikuni í ár er grønur lívsháttur

torshavn.fo
25. mars kl. 17:55

Í ár letur Tórshavnar kommuna 325.000 krónur í umhvørvisstuðli til verkætlanir, ið virka fyri okkara náttúru og umhvørvi.

 

Umsóknir um Umhvørvisstuðul skulu sum meginregla halda seg innan valda evnið í umhvørvisvikuni. Tó kunnu aðrar viðkomandi verkætlanir eisini fáa stuðul, sum liggja innan fyri endamálsorðingina fyri stuðul til umhvørvistiltøk.

Evnið á umhvørvisvikuni í ár er grønur lívsháttur. Tað kann verða alt frá at keypa stuttflutt, at keypa minni, at umvæla meira, at ganga og súkkla til arbeiðis og so framvegis. Endamálið við umhvørvisvikuni er at seta fokus á góðar, umhvørvisligar og burðardyggar vanar.

Grønur lívsháttur leggur seg uppat heimsmálunum nr. 3, 11 og 12 hjá ST fyri burðardyggari menning sum eru; góð heilsa og vælferð, burðardyggir býir og bygdir, ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla.

 Freistin at søkja um Umhvørvisstuðul er 31. mars 2025. Á umhvørvisvikuni, sum verður í viku 19, verður kunngjørt hvørjar verkætlanir fáa stuðul.

Mest lisið hesa vikuna

80 ára gamal og má búgva í bilinum

3. mai kl. 21:00

Nýmótans teknikkur fekk bil at koyra sikksakk - bilførarin meldaður

3. mai kl. 09:19

Sissal fingið forboð til Eurovision-sangkappingina

2. mai kl. 17:08

Astrið Foldarskarð er nýútbúgvin fangavørður

6. mai kl. 22:25

Tað er púra skeivt at seta ungdómin upp ímóti Suðuroyartunnilin

6. mai kl. 14:00

Løgtingsmaður: Børn hjá støkum mammum eru í størri vanda fyri at verða kriminell

2. mai kl. 09:05