Ongi úrslit

Høgni Hoydal er nú samgongutingmaður

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum er ein av teimum, sum hevur verið longst landsstýrismaður

Jonhard Hammer
23 tímar síðan

Høgni Hoydal er ikki longur landsstýrismaður. Á samkomu í Tinganesi í kvøld loysti Aksel V. Johannesen Høgna Hoydal úr sessinum sum landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum. Nýggj í sessinum við uttanríkis- og vinnumálum er Sirið Stenberg.

Høgni Hoydal er ein av teimum, sum hevur verið longst landsstýrismaður. Hann var fyrstu ferð landsstýrismaður í fullveldissamgonguni, sum tók við eftir valið 30. apríl 1998. Tá var hann landsstýrismaður í fullveldismálum, og hann helt fram í tí sessinum eftir valið í 2002. Samgongan skrædnaði fyri jól í 2003.

Høgni var aftur landsstýrismaður í samgonguni millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Miðflokkin, sum sat í eitt hálvt ár í 2008. Tá var hann landsstýrismaður í uttanríkismálum. Eftir valið í 2015 og fram til 2019 var Høgni Hoydal landsstýrismaður í fiskivinnumálum, og nú hevur hann síðani fyri jól í 2022 verið landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum.

Høgni var fyrstu ferð valdur í løgtingið 30. apríl í 1998, og síðani er hann valdur aftur í 2002, 2004, 2008, 2011, 2015, 2019 og 2022. Á valinum 8. desember í 2022 varð hann fyrstvaldur á listanum hjá Tjóðveldi við 762 persónligum atkvøðum.

Merkisvert er tað, at Høgni Hoydal í sínum næstan 27 ára langa politiska lívi ongantíð hevur verið samgongutingmaður. Tað er hann nú.   

Mest lisið hesa vikuna