Ongi úrslit

Hevur krabbamein tætt at lívinum

© Jesper Sunesen
Jóhanna Højgaard
26. oktober kl. 18:44

Hjá nøkrum rakar krabbamein familju og vinir meira enn einaferð.

Sissal Jóhanna greiddi fríggjakvøldið frá hvussu mamma hennara var rakt av krabbameini tá Sissal var sjey ár.

Omma Sissal var eisini rakt av krabbameini. Hon gjørdist tíverri aldrin frísk aftur, men andaðist av hesari vemmiligu sjúku

-Nú hevur mamma mína bestu vinkonu júst fingið krabbamein, greiddi Sissal Billedbladet frá fríggjadagin.

So sjúkan liggur henni tætt at lívinum, og tað merkir nógv fyri hana at vera partur av Knæk cancer-vikuni.

-Eg eri sera glað og takksom fyri tað, segði Sissal við Billedbladet.

Í gjár var árliga sendingin á Tv2, har savnað var inn til millum annað gransking í krabbameini. Inn komu heili 137.606.333 krónur.

Í kvøld, klokkan 19.00 byrjar føroyski mótparturin av sendingini, sum verður send beinleiðis á Kvf klokkan 19.00

Sí eisini

16.323.035 samladar inn

Sissal yvirraskaði 9 ára gamla gentu

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Ein rópti rastistisk ókvæmisorð eftir løgreglufólki - og ein rætti teimum longutong

8. november kl. 10:06

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Hægri avgjald á snús og tubbakk fer at kosta handilsvinnuni milliónir

7. november kl. 11:59