Ongi úrslit

Sissal yvirraskaði 9 ára gamla gentu

Sang lagið, sum Nellie hevði gjørt til tvíburðasystur sína, sum doyði av krabbameini

© Tv2
Jóhanna Højgaard
20. oktober kl. 23:30

Sissal Jóhanna Norðberg yvirraskaði 9 ára gomlu Nellie, sum saman við mammu síni var farin í sendinga Go' morgen Danmark at fortelja um tvíburðasystur sína Floru, sum fekk heilakrabba í 2021 og tíverri ikki gjørdist frísk aftur.

Hon andaðist einans seks ára gomul.

TV 2 hevur hesa vikuna Knæk Cancer-viku, har ið fokus er á at savna pening inn til krabbameinsgransking.

Samstundis vilja tey skapa upplivingar fyri tey, sum hava havt krabbamein – og eisini fyri tey avvarðandi.

Okkurt vakurt kom tó úr myrkrinum – nevniliga eitt lag, sum Nellie hevði yrkt til systur sína.

Nellie greiddi frá, at Floru dámdi ógvuliga væl firvaldar. Teir skuldu tí sjálvsagt vera við í lagnum, sum var spældur í kirkjuni til jarðarferðina, tá familjan skuldi siga Floru farvæl.

Mánamorgunin yvirraskaði Sissal so Nellie, tá ið hon sang lagið í Go' morgen Danmark á TV 2. Nellie varð tikin á bóli.

Sissal yvirraskar Nellie.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19 tímar síðan