Ongi úrslit

16.323.035 samlaðar inn

Tárini runnu hjá Sissal

© Martin Sylvest / Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
24. oktober kl. 22:50

Tárini runnu niður eftir kjálkunum hjá Sissal, tá hon var liðug við sín slow foxtrot í kvøld.

Men tárini trillaðu longu áðrenn hon fór at dansa, segði hon eftir sendingina.

Dansurin á kvøldinum var halgaður mammu hennara, sum hevur havt krabbamein. Og Sissal hoyrdi seg sjálva tosa um tað í videobrotinum, sum varð víst beint áðrenn hon skuldi dansa.

- Eg græt longu áðrenn vit byrjaðu at dansa, hóast eg hevði sæð klippið áður, segði hon.

Samanumtikið var tað eitt kensluborið kvøld hjá Sissal, tí hon græt eisini undir fleiri av brotunum hjá hinum, greiddi hon frá.

16.323.035 krónur vóru samlaðar inn í kvøld.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Vit vóru noydd at siga nei

Í gjár kl. 12:19

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19 tímar síðan