Hetta er tað størsta í føroyskari fótbóltssøgu

Ongantíð áður hevur føroyskt fótbóltsfelag fyrireikað seg til so stóra uppgávu, sum KÍ í løtuni fyrireikar seg til, og tað letur til, at tað verður útselt

Jóannes Hansen
8. august 2023 kl. 15:28

Klokkan 19.45 í kvøld fer Aliyar Aghayev úr Aserbadjan at bríksla fyri fyrstu ferð. Knappar tveir tímar seinni verður tað greitt, hvør útgangsstøðan verður hjá KÍ týsdagin um eina viku. Tá verður fyrsta bríksl klokkan 18 á Molde Stadion.

Nú tað av álvara verður talt niður til stóru uppgávuna á Tórsvølli í kvøld, og KÍ fjepparar í stórum tali hittast í bovlinghøllini, er tað skjótt at staðfesta, at hetta er størsti dystur í søguni hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum hósdagin 24. august fer at minnast aftur á stovningardagin í 1904 – fyri 119 árum síðani. Og ivaleyst størsti dystur yvirhøvur hjá føroyskum fótbóltsfelag.

Tá ið lyft og lætt og roknað og mett verður um, hvat er størst, og hvat er minni týdningarmikið enn okkurt annað, so eigur tað sjálvandi at verða roknað út frá, hvussu umstøðurnar vóru, tá ið tiltikin avrik vórðu framd. Søgan skal skiljast út frá tíðini tá og ikki út frá, hvussu tað nú sær út.

Tað var stórt, tá ið KÍ á ólavsøku í 1942 vann fyrsta FM heitið, sum tað varð kappast um. Umstøðurnar tá vóru so nógv øðrvísi, enn tær eru nú, at tað á ongan hátt ber til at sammeta. Tað var heimskríggj, og á veg norður aftur eftir 4-1 finalusigur ímóti TB í Gundadali, fingu fyrstu føroyameistararnir, sum allir eru farnir, at frætta, at ein at bygdarmonnum teirra á útróðri varð skotin so meint av týskinum, at hann bar ikki boð í bý.

Tað var stórt, tá ið KÍ í fimmtiárunum vann seks FM heiti. Tá vóru ongar beinleiðis frásagnir, og bløðini nevndu – ikki altíð – úrslitini nakrar dagar eftir, at dystirnir høvdu verið. Í Klaksvík ótolnaðust mongu viðhaldsfólkini eftir at frætta, hvussu tað hevði hilnast, tá ið KÍ var á útivølli, og tá var ikki óvanligt, at úrslitið var telegraferað norður og so sligið á pelan við gamla kirkjugarð og kanska eisini úti í Klaksvík. Pelarnir høvdu leiklutin, sum in.fo, dimma.fo og aðrar heimasíður nú hava.

Og í KÍ søguni var tað heilt stórt, tá ið KÍ í 1970 vann FM fyri fimtu ferð á rað. Munurin frá fimmtiárunum og til sekstiárini var, at nú var Útvarp Føroya komið so mikið fyri seg eftir stovnanina í 1957, at Niels Juel Arge og seinni Jógvan Arge vóru á staðnum og søgdu frá, hvussu leikur fór, um tað so var á Sevmýri, í Gundadali ella á Eiðinum í Klaksvík, og klaksvíkingar fylgdu væl við. Tá ið so stórdystirnir vóru í Gundadali, fór maður av húsi fyri at vera hjástaddur, tá ið enn eitt FM heiti varð vunnið.

So var tað longri millum tindarnir hjá flaggskipinum hjá klaksvíkingum og norðoyingum. Men tað varð hildið at vera stórt og framlop í menningini bæði hjá felagnum og føroyskum fótbólti yvirhøvur, tá ið KÍ fyri 31 árum síðani, 19. august í 1992, var fyrsti føroyameistari, sum spældi europeiskan dyst í Føroyum. Smyril fór av Klaksvík og út á Toftir við umleið túsund áskoðarum, sum vóru forvitnir eftir at síggja, hvussu tað fór at spæla av, nú KÍ – FM vinnari í 1991 – fór at royna seg í europeisku meistarakappingini.

Mótstøðuliðið var Skonto Riga úr Estlandi. Við nútíðar føroyskari meting verður Skonto Riga ikki roknað millum stóru og torføru mótstøðuliðini. KÍ hevur jú syft bæði ungverska og svenska meistaraliðnum á veg ímóti dystinum í kvøld ímóti Molde.

Men fyri 31 árum síðani stetlaði føroyskur liðfótbóltur í Europa. KÍ tapti 3-1 á Svangaskarði, og Olgar Danielsen var søguligur, tá ið hann tríggjar minuttir eftir steðgin javnaði til 1-1 og var fyrsti føroyski málskjúttin yvirhøvur í europeiskum liðfótbólti. Í Tallinn vann Skonto Riga 3-0.

Hesi 31 árini er nógv vatn runnið í føroysku Europa Cup ánni. KÍ og onnur feløg hava vunnið seg víðari úr fyrsta umfari, men tað er ongantíð eydnast føroyskum felag at vinna seg í bólkaspæl. Seinastu árini hava Mikkjal Thomassen og KÍ givið til kennar, at málið var at røkka í bólkaspæl, og onkra ferðina hevur tað verið tætt við.

Nú er tað málið rokkið. Tað vakti so stóran ans, tá ið KÍ við sigri á BK Häcken tryggjaði sær rætt at luttaka í bólkaspæli, at UEFA hevði tað á orði, tá ið lutakast mánadagin var til næsta umfar.

Í kvøld fæst fyrsta ábendingin um, hvussu langt KÍ kann røkka. Tað vil siga, hvørjum bólkaspæli KÍ fer at verða partur av frá september og fram til jóla. Um tað eydnast at syfta Molde á sama hátt, sum tað eydnaðist at vinna á Ferencvaros úr Ungarn og BK Häcken úr Svøríki, so verður KÍ eitt umfar frá Champions League. Molde er stórfavorittur. Men bæði teir í Molde og Magne Hoseth og hansara menn í Klaksvík vita, at 13. juli í fjør var tað um reppið, at KÍ varpaði norska meistaraliðið úr kappingini. KÍ hevði tapt 3-0 á útivølli ímóti Bodø/Glimt, og so vann KÍ henda dagin, 13. juli í fjør, 3-1 í Klaksvík, og tá høvdu klaksvíkingar ikki marginalirnar við sær.

Um tað ikki verður í meistarakappingini, so verður tað í Europa League ella Conference League.

Tá ið Magne Hoseth 22. november í fjør varð kunngjørdur at vera nýggi KÍ venjarin, segði hann, at málið var at røkka í bólkaumfarið í Conference League. Tá lá tað í tí dulda, hvussu væl tað fór at eydnast hjá honum og spælarunum, og at hann í kvøld saman við tveimum liðfeløgum – fyrr í Molde og nú í KÍ – fer at spæla ímóti Molde á Tórsvølliog í Champions League.

Streymurin av bilum er stríður í Norðoyatunlinum, veðrið er ikki so galið, og øll í føroyska fótbóltsheiminum taka í kvøld á við KÍ.

Tað er pláss fyri stívliga 5.100 áskoðarum á Tórsvølli, og tað letur til, at tað verður útselt, hóast dysturin verður varpaður í sjónvarpinum hjá KvF. Og tað er ikki so undarligt, tí hetta er størsti dystur yvirhøvur í føroyskari fótbóltssøgu, tá ið tað snýr seg um feløgini.

Allir KÍ spælararnir eru tøkir. Páll A. Klettskarð og Mads Bo Mikkelsen eru tó ikki førir at vera millum teir fyrstu ellivu.

Tykkum verður ynskt góða eydnu – Odmar Færø, Vegard Forren, Jákup B. Andreasen, Luc Kassi, Árni Frederiksberg og allir hinir í 23 mannahópinum og teir, sum venja saman við hesum og eru klárir, um boð verður sent eftir teimum, og Magne Hoseth og øll tey, sum eru við til at leggja til rættis, fyrireika og stuðla..