Í dag er fyrsti dagur í miðumfarinum í HM kappingini í hondbólti, sum í hesum døgum er í Norra, Danmark og Kroatia.
Ikki færri enn átta dystir eru í dag, og soleiðis verður tað fram til og við sunnudagin.
Einasta av norðurlendsku liðunum, sum fer at spæla í dag, er Danmark. Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagar hansara fara í kvøld klokkan 19.30 at spæla ímóti Týsklandi, sum Danmark vann 39-26 ímóti í OL finaluni síðsta summar.
Klokkan 14.30
Sveis – Tunesia
Kuwait – Guinea
Eysturríki – Norðurmakedonia
Klokkan 17.00
Kekkia – Italia
Katar – Niðurlond
Pólland – Algeria
Klokkan 19.30
Danmark – Týskland
Klokkan 20.00
Ungarn – Frakland