Ongi úrslit

Hernaðarútgerð er á veg til Grønlands

© Leiff Josefsen
Jóhanna Højgaard
2 tímar síðan

Danska verjan hevur sent eina sokallaða forskipan til Grønlands. Hettar skrivar Sermitisiaq, sambært DR.

Ein forskipan inniber at bæði mannskap og hernaðarútgerð verður koyrt í land.

Sambært fjølmiðlunum er forskipanin gjørd fyri at fyrireika seg til at taka ímóti størri herdeildum frá danska herinum, og restini av verjuni.

DR hevur eisini víst myndir av einum Challenger flogfari hjá Forsvaret, sum setti seg í Nuuk mánadagin. Men DR hevur ikki fingið staðfest, at flogfarið hevur nakað við forskipanina at gera.

Ógreitt er um talan er um beinleiðis samband, men evnið var nortið av formanninum í landsstýrinum Jens-Frederik Nielsen, í samrøðu við Sermitsiaq og KNR seinnapartin týsdagin.

Her upplýsti hann, at borgarar skulu vera til reiðar at síggja meira til herin í býunum:

– Danska verjan hevur verið sjónliga til staðar nú í eina tíð. Vit hava gjørt nakrar kapasitetspakkar við Danmark, sum hava við sær stórar íløgur í eftirlit og tilbúgving. Vit hava júst hildið eina stóra NATO-venjing, og tær venjingarnar eru planlagdar alla tíðina, segði Jens-Frederik Nielsen í samrøðuni, og hann legði afturat:

– Tí skalt tú verja Grønland, mást tú eisini kenna Grønland.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Bjørk boykottast

7. januar kl. 21:01

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

Í gjár kl. 12:25

“Viðhvørt er frægast ikki at gera ov nógv vart við seg”

8. januar kl. 15:43

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08