Í gjárkvøldið fekk drúgvasta, og mest umrødda byggimálið nakrantíð, ein enda. Tað hendi tá ið ein meiriluti í býráðnum samtykti at geva kirkjuni byggiloyvi við Sandá.
Tað hava vit skrivað um, bæði í gjárkvøldið og fyrr í dag.
Men á býráðsfundinum í gjár kom eisini fram, at borgarstjórin í Havn hevði biðið Eya-arkitektar kanna um tað ikki bar til at finna okkurt annað stykki at seta kirkjuna á.
Tað hava arkitektarnir gjørt og úrslitið er, at teir hava víst á átta alternativ støð, har tað ber til at byggja kirkju ístaðin fyri at byggja hana við Sandá.
Tað eru stykki ymsastaðni á Argjum, heilt av fótbóltsvøllinum inni í Vika til eitt stykki ytst á Glyvursvegi.
Arkitektarnir siga, at hetta eru alt pláss har tað ber til at byggja kirkju, tó at summi grundstykki liggja betri fyri enn onnur.
Arkitekturin sigur, at teirra uppgáva var ikki at geva býráðnum eitt tilmæli um, hvar tað er best at byggja kirkjuna. Teirra uppgáva var einans at vísa á teir møguleikar, sum eru.
Tey siga, at summar staðsetingar vísa eini 25-50 ár fram í tíðina, treytað av framhaldandi býarmenning á Argjum.
Staðseting 8, sum er í Ónadal, við Glyvursveg, er eitt dømi um tað.
Men arkitektarnir halda, at staðseting 4, sum er við Traðargøtu, har Umhvørvisstovan heldur til í dag, er eitt sera gott val.
Verður hugsað um býarskipanina, er hetta helst tað besta stykkið, siga tey. Tað er miðskeiðis á Argjum og gevur kirkjuni ein virðisfullan leiklut í umhvørvinum, siga arkitektarnir.
Hetta er ein staðsetingin, sum bæði stuðlar upp undir tann týdning, kirkjan hevur, og sambandið við nærumhvørvið.
Men arkitektarnir siga, at ein meira veruleikakend loysn er staðseting 2, sum er niðanfyri Reynsgøtu, innanfyri fótbóltsvøllin.
Her eru fleiri fortreytir til staðar. Tó krevur tað, at farið verður varliga fram, fyri ikki at koma ánni ov nær, tí kirkjan má verða so langt frá ánni sum gjørligt.
Arkitektarnir siga, at á hesum øki ber væl til at gera stórt parkeringspláss, sum bæði kunnu brúkast tá ið nógv fólk er í kirkju, og tá ið dystur er á vøllinum.
Harumframt halda tey, at har hevði kirkjan staðið væl og tignarliga í vøkru náttúruni oman móti fløtuni og oman ímóti ánni og gøtunum.
Men her eru so tey átta alternativini, so kann ein og hvør gera sær sína meining um tey.
Alternativ 1
Í VIKA
Vestanfyri Argja Bóltfelag
Alternativ 2
REYNSGØTA
Við Sandá
Aternativ 3
TRAÐAGØTA
Við rundkoyringina
Alternativ 4
TRAÐAGØTA
Við umhvørvisstovuna
Alternativ 5
TRAÐAGØTA
Omanfyri vegin
Alternativ 6
ARGJABOÐAGØTA
Við bátahylin
Alternativ 7
KLINGURSTJØRN
Omanfyri Klingurstjørn
Altenativ 8
GLYVURSVEGUR
Ónadalur