Eftir at tað fleiri tær seinastu ferðirnar hevur verið úr felagnum og av landinum, so eru tíðindini í dag, at HB hevur keypt spælara úr útlandinum.
Talan er um Marley Blair, sum er úr Onglandi, og sum í fjør spældi við AB í 1. deild.
Marley Blair er 25 ára gamal framrættaður spælari. Sambært FaroeSoccer spældi hann í fjør 27 dystir og skoraði 11 mál fyri felagið á Argjum.