Ongi úrslit

Havnar Sjónleikarfelag 100 ár

30.januar 1918 verður lýst í bløðunum, at tey, sum vilja verða limir í Havnar Sjónleikarfelag kunnu siga frá ella tekna seg...

Innsent
15. januar 2018 kl. 15:10

30.januar 1918 verður lýst í bløðunum, at tey, sum vilja verða limir í Havnar Sjónleikarfelag kunnu siga frá ella tekna seg hjá einum av undirskrivaðu. Limagjaldið er 9 kr. um árið, og gevur atgongd til felagsins mánarligu samkomir. Fyrsta samkoman (aftenunderholdning) verður hildin 10. Februar.

Fyri lýsingini standa J. Waagstein, H.C.W. Tórgarð, J. Baia, Andreas Djurhuus, Herluf Lützen, Holm-Isaksen, Nyholm Debes, M.A. Jacobsen, P.A. Restorff, Poul Hansen, P. Alberg og Oluf Joensen

Felagið og Sjónleikarhúsið hava í skjótt heila øld verið partur av mentan og undirhald til gaman og álvara fyri fólkið í Havn og allar føroyingar. Nógv fólk hava gjøgnum ár og dag havt týdning fyri felagið og Sjónleikarhúsið, og tí hevði tað glett nevndina at sæð tykkum, sum á einhvønn hátt hava verið virkin í felagnum, til føðingardagsveitsluna.

Føðingardagsveitslan verður í Sjónleikarhúsinum leygardagin 10. februar kl. 19:00.

Tilmelding á [email protected] áðrenn 1. februar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32