Ongi úrslit

Mikkjal hongur í klønum tráði

Svenskir miðlar siga seg vita, at leiðslan í AIK hevur samband við fýra venjarar, sum eru møguligir avloysarar

Jonhard Hammer
Í gjár kl. 17:47

Tað hevur ikki gingið soleiðis hjá Mikkjali Thomassen og AIK, sum tað undan kappingarbyrjan varð vónað og roknað við. Nú tað resta tvey umfør av hesum kappingarárinum, er AIK á sjeynda plássi, og harvið er vandi fyri, at AIK ikki fer at megna at vinna atgongumerki til europeisku kappingarnar. Tað var minsta málið, sum Mikkjal Thomassen og teir í AIK leiðsluni ætlaðu sær.

At tað ikki hevur gingið so væl, og at AIK er dragnað í kappingini um SM og europeisku plássini ber við sær, at pressið ímóti Mikkjali Thomassen er støðugt økt, og nú verður upplýst í svensku pressuni, at venjarin hongur í klønum tráði.

Sunnudagin endaði tað 2-2 á heimavølli ímóti Häcken, sum er á níggjunda plássi. Tað er stórt vónbrot, og í svenskari pressu, eitt nú í Aftonbladet, verður sagt, at leiðslan í felagnum arbeiðir við at finna venjaran, sum skal avloysa Mikkjal Thomassen.

Í danska bold,dk verður upplýst, at ein av hesum fýra er Søren Krogh, sum í mai fekk sekkin í danska superligufelagnum OB.

 

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30