Ongi úrslit

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

Dennis Holm
28. oktober kl. 22:30

Søgan seinastu 20 árini hevur víst okkum, at íløgur í undirsjóvartunlar hava ómetaliga stóra ávirkan á samfelagið – og hava íløgurnar eisini ført við sær stóra menning í teimum pørtum av samfelagnum, sum við undirsjóvartunlum, eru knýtt í eitt og sama veganet við restina av landinum.

Vit kenna øll søgurnar úr Vágum, Norðoyggjum, Eysturoynni og Sandoynni – og tølini tala eisini fyri seg.

Við at fara frá siglandi farleiðum við avmarkaðum túratali, við avlýsingum, bíðitíð og manglandi plássi - til fast koyrandi samband við fullum flexibiliteti, eru nýggir møguleikar skaptir og vøksturin er stórur – eisini í Sandoynni, sum fekk fast samband undan jólum fyri 2 árum síðani.

Við Suðuroyartunlinum verða Suðuroyggin eisini partur av einum og sama veganeti, sum fleiri enn 99% av Føroyafólki tá eru partur av.

Við Suðuroyartunlinum verður sambandið til Suðuroyar ikki avmarkað til 2 og 3 túrar um dagin við Smyrli og siglingstíð í góðar 2 tímar hvønn veg.

Sambandið verður ikki ávirkað av avlýsingum orsaka av veðri. Ongin bíðitíð verður á Krambatanga ella við farstøðina í Havn. Fráferðin verður ikki útsett orsaka av nógvum farmi, sum eisini ofta hevur ávirkan á hvussu nógvir bilar sleppa við.

Við Suðuroyartunlinum verður Suðuroyggin í veruleikanum sum øll onnur økir í Føroyum –sum ein annar býarpartur í Føroyum – og onki er at ivast í, at ávirkan á Suðuroynna fara at verða sjónlig frá tí at farið er undir at bora Suðuroyartunnilin.

Niðurgongd ferð at verða vend til framburð, fólkaminking til fólkavøkstur, tí Suðuroyggin verður eitt veruligt alternativ – og Suðuroyggin fer aftur at líkast restini av landinum – og fer hetta eisini at skapa øktan búskaparvøkstur í Føroyum.

Er 4,9 mia. kr. ein sparing í mun til alternativini?

Seinastu metingarnar siga, at Suðuroyartunlinum fer at kosta 4,9 mia. kr. og íroknað hesum eru atknýttar verkætlanir, sum m.a. fevna um:

Vegagerð í Hvalba

nýggjur Sandvíkartunnil (sum hóast alt skal dagførast eina ferð í framtíðini)

tunnil upp til Skúvoyar (og siglandi Skúvoyarleið verður niðurløgd)

Vegagerð úr Djúpadali

vegagerð og tunnil gjøgnum Sandslíð (sum hóast alt skal gerast)

Í vár varð lagt upp til, at 100 mió. kr. skulu brúkast av íløgujáttan landsins um árið í 10 ár til Suðuroyartunnlin og atknýttar verkætlanir (tá eru framvegis eini 450 mió. kr. hvørt ár til aðrar íløgur).

Eftir 10 árum fara játtanirnar til Smyril (Suðuroyarleiðina) og Sildberan (Skúvoyarleiðina) at verða brúktar til at betala lánsgjøld og rakstur av Suðuroyartunlinum.

Hetta eru pengar, sum frammanundan eru á fíggjarlógini – tað skulu sostatt ikki finnasta “nýggir pengar” á fíggjarlógini, sum t.d. skulu takast frá øðrum vælferðartænastum.

Eftir 30 ár eru lánini í Suðuroyartunlinum útgoldin og tá verður bara ein rakstrarkostnaður av Suðuroyartunlinum, sum er umleið 23 mió. kr. um árið.

(Skoytast kann uppí, at fíggingarleisturin frá í vár verður dagførdur í løtuni).

Verður Suðuroyartunnilin ikki gjørdur, so skulu vit komandi 5 árini byggja nýggjan Smyril (sannlíkt uml. 1,5 mia. kr.) og gera vegagerðina í Sandslíð (100+ mió. kr., alt eftir hvør loysn verður vald). Og skulu eisini innan rímiliga framtíð gera nýggjan Sandvíkartunnil (200 mió. kr.) og byggja nýtt skip til Skúvoyarleiðina (100 mió. kr.).

Samstundis koma vit eisini hvørt ár at brúka pengar á fíggjarlógini til rakstur av siglandi Suðuroyarleið og siglandi Skúvoyarleið – pengar, sum heilt víst eru betri brúktir til Suðuroyartunnilin og fast samband.

Ja, 4,9 milliardir krónur ljóðar øgiliga nógv. Men í veruleikanum er talan um at brúka 100 mió. kr. um árið í 10 ár og so um 10 ár flyta verandi játtanir á fíggjarlógini frá Suðuroyarleiðini og Skúvoyarleiðini til Suðuroyartunnilin.

Alternativi er at halda fast í verandi siglandi farleiðum og komandi 5 árini gera íløgur í skip og Sandslíð fyri omanfyri 1,5 milliard kr. – og so reka hesar siglandi farleiðir “í allar framtíð”.

So líkamikið hvat, so koma Suðuroyar- og Skúvoyarleiðin at kosta heilt nógvar pengar komandi árini.

Uppskotið um Suðuroyartunnilin snýr tí eisini um at brúka pengarnar rætt – at brúka pengar til fast samband og fullan flexibilitet – og til vøkstur í Suðuroynni, Skúvoynni og í Føroyum.

Dennis Holm

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53