Ongi úrslit

Í vanda fyri at missa koyrikortið

Jóhanna Højgaard
30. oktober 2025 kl. 08:15

Ferðamátingar vórðu gjørdar í gjár millum klokkan 12.00 og 14.00 á strekkinum millum Kambsdal og Norðagøtu.

Sjey fólk vórðu tikin fyri ferð, og øll vóru hildin at vera skúlanæmingar frá handilsskúlanum á Kambsdali, sigur vaktleiðarin í morgun.

Trý teirra koyrdu alt ov skjótt: millum 118-121 kilometrar um tíman. Tað er so nógv skjótari enn loyvda ferðin, og fáa hesi trý tí treytað frákennilsi av koyrikortinum umframt bót.

Umframt tað skulu tey eisini taka eina nýggja koyriroynd. Sostatt eru tey í vanda fyri at missa kortið og at noyðast at taka bussin í skúla.

Hini fýra koyrdu millum 105 og 111 kilometrar um tíman. Úrslitið hjá teimum er eitt klipp í koyrikortið umframt bót.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47