Ongi úrslit

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 12:32

Tórunn viðurkend fyri megnar arbeiði. 

Á tiltakinum í Perluni í gjárkvøldi  “1049 standa í bíðirø til psykatri, hvat er at gera?”, varð ársins ADHDviðurkenning latin. 

Bjørg Dam forkvinna í felagnum grundgav viðurkenningina soleiðis: Ársins ADHDviðurkenning verður latin Tórunn Højgaard Ósá, námslektara og Ph.d.lesandi, fyri hennara stóra, týdningarmikla og áhaldandi arbeiði at betra um útgreiningar- og viðgerðarmøguleikarnar hjá børnum innan psykiatri í Føroyum.

Tórunn var, sum leiðari á Barna- og ungdómspsykiatriini, sera virkin í uppbyggingini av barna- og ungdómspsykiatri í Føroyum. Sum námslektari hevur hon lagt stóran dent á, at sjúkrarøktarfrøðilesandi eisini fáa innlit og fatan úr foreldraperspektivinum, tí bjóðaði hon  javnan foreldur úr ADHDfelagnum og Autismufelagnum at greiða frá okkara søgum í undirvísingini. Hetta hevur sera nógv at týða fyri okkum, tað skalt tú vita.

Tórunn serstakar seg, sum ein samanrenning av tí sterkasta innanfyri tað bleyta fakið, sjúkrarøkt og einum víðskygdum søgu- og samfelagsfrøðingi, við djúpum innliti í psykiatri, heilsuverki og føroyska samfelagnum. Tórunn hevur serlig evni at síggja, møta og skilja menniskjað aftanfyri gerðirnar. Tórunn sær menningarmøguleikar í øllum menniskjum.

Serliga vilja vit heiðra hennara granskingararbeiði at vísa á avleiðingarnar av fylgisjúkum, sum standast av ov seinari útgreining, umframt menniskjaliga og samfelagsliga gagnið av at seta inn so tíðliga sum gjørligt.
Við sínari Ph.d.gransking broytir Tórunn fortreytirnar fyri okkara arbeiði, tí at vit fáa hagtøl, djypri innlit og neyðug amboð, so vit kunnu seta inn við neyvum og røttum átøkum, til gagns fyri øll við ADHD í Føroyum. Ein sera stór og virðismikil gáva.

Mest lisið hesa vikuna

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

27. oktober kl. 19:00

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Færri møguleikar geva fleiri problemir

28. oktober kl. 10:30