Tað eru ongar ætlanir um at broyta meskavíddirnar í trolinum, tá ið fiskað verður eftir svartkalva.
Tað sigur Sirið Stenberg, sum hevur verið virkandi landsstýriskvinna í fiskivinnumálum síðani Dennis Holm fór frá.
Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, er forvitin eftir at vita, hví tað verður kravt, at føroysk skipa skulu hava víðari meskar enn skip úr øðrum londum.
Sirið Stenberg sigur, at eftir tí hon veit, eru tað Føroyar og Kanada, sum hava víðastu meskar, 145 millimetrar, tá ið fiskað verður eftir svartkalva.
Men tað er so ymiskt, hvussu lond gera. Til dømis siga grønlendsku reglurnar, at í veiði eftir svartkalva við troli, er minstamátið fyri meskavídd 100 millimetrar í undirveingjunum, men í restini av trolinum skal meskavíddin vera minst 140 millimetrar.
Reglan um, at tað ikki er loyvt at brúka smærri meskar enn 145 millimetrar, hevur verið galdandi síðani fyrst í 1990-unum.
Áðrenn tað var loyvt at brúka smærri meskar. Sum skilst, var broytingin til størri meskar ein liður í teimum nýskipanum, sum landsstýrið fyrst í 1990-unum setti í verk fyri at bøta um stovnsrøktina í fiskiskapinum eftir botnfiski undir Føroyum.
Vanliga er endamálið við minst loyvdari meskavídd í troli, at fiskur, sum. er minni enn eitt vist, skal kunna verða sílaður frá fyri at avmarka fiskiskapn eftir smáfiski sum mest.
Sirið Stenberg sigur, at tað er eingin, sum veit at siga, hví Føroyar hava ásett, at føroysk skip, sum fiska eftir svartkalva við troli, skal tað hava eina meskavídd upp á 145 millimetrar.
Men onnur lond hava onnur krøv til meskavídd. Í Noregi er hon 130 millimetrar, í Bretlandi er hon 135 millimetrar og í altjóða sjógvi er hon 130 millimetrar.
– Svartkalvin á leiðunum við Føroyar, Ísland, Eysturgrønland og vestan fyri Skotland verður roknaður sum ein og sami stovnur, sum er í sjóøkjunum hjá fleiri londum, sigur Sirið Stenberg. Kortini eru ongar felags reglur um fiskiskapin og heldur ikki um reiðskapin.
Landsstýriskvinnan sigur, at í løtuni eru ongar ítøkiligar ætlanir um at broyta reglurnar um meskastødd í fiskiskapinum við troli undir Føroyum.
Men tey eru regluliga í samskifti við Havstovuna um hvussu fiskiskapurin undir Føroyum skal skipast, og spurningurin um meskavídd í troli fer at verða tikin upp, sigur Sirið Stenberg.