Etiska ráðið hevur sett Katlu Heðinsdóttir sum sín fakliga skrivara. Hon kemur fyri Regin Berg, sum fór frá sum skrivari í oktober í fjør.
Katla er 35 ára gomul og úr Hoyvík. Hon er cand.mag. í heimsspeki frá Keypmannahavnar Universiteti, og so hevur hon eina PhD frá sama lærda skúla. Í útbúgving og gransking síni hevur hon lagt dent á etikk, serliga heilsu- og granskingaretikk.
Katla hevur í nøkur ár starvast innan vísindi og etikk á National Center for Etik í Keypmannhavn, har hon m.a. hevur greinað etiskar trupulleikar í kliniskari gransking.
Afturat hesum hevur hon drúgvar royndir í at miðla etisk evni bæði frá undirvísing á universitetinum og frá greinum, hon hevur skrivað, og framløgum, hon hevur havt.
Katla er von at lýsa faklig evni fyri almenninginum, og tað liggur henni á sinni at vísa virðing og rættvísi mótvegis ymsum hugsjónum og grundgevingum. Eisini hevur hon royndir við fyrisiting og málsviðgerð, sigur Etiska Ráðið.
Katla hevur búð í Danmark í 15 ár, men nú flytur hon heimaftur. Skrivarastarvið í Etiska Ráðnum er hálvtíðarstarv, men hon heldur fram í hálvtíðastarvi á arbeiðsplássi sínum í Danmark, men tað verður við bústaði í Føroyum.
Katla byrjar sum fakligur skrivari 1. mai 2025.