Ongi úrslit

Hava dálkingarevni varandi árin?

Spurningurin verður kannaður í samstarvi millum Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum (gamla Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu) og Syddansk Universitet, Landssjúkrahúsið, Københavns Universietet, Ríkissjúkrahúsið og Harvard University

Á myndini sæst granskingartoymið á Landssjúkrahúsinum.
Landssjúkrahúsið
25. mars kl. 16:56

Ein nýggj granskingarverkætlan við heitinum ”Hava dálkingarevni varandi árin? Kanning av likamsstøðuni, fruktbærinum og miðnervalagnum hjá vaksnum fólki, sum hava verið fyri dálkingarevnum” er júst farin í gongd.

Talan er um kanning av luttakarum í kohortu 1, tann sokallaða kviksilvurkohortan, sum eru fødd í 1986/87. Luttakarar í hesari kohortuni verða boðin at koma til nýgga kanning, nú tey nærkast teimum fjøruti. Tey vóru eisini til kanningar, tá tey vóru uml. 7, 14, 22 og 28 ára gomul. Øll tey, sum hava luttikið í kviksilvurkanningunum gjøgnum árini, fáa komandi árið innbjóðing at luttaka aftur. Fyrsti luttakarin var til kanningar 3. mars 2025 og hildið verður fram til endan á 2025, ella til øll tey, sum ynskja at luttaka, hava verið til kanningar. Luttakararnir fáa innbjóðing gjøgnum MínBoks. Um ein ikki er tilmeldaður Mínboks, verður eitt bræv sent til seinasta bústaðin, sum vit hava skrásett.

Yvirskipaða endamálið við hesi endurkanning er at kanna, um samband er millum umhvørvisdálkandi evnir (PFAS, PCB og kviksilvur) í móðurlívi og eftir føðing og heilsufyribrigdi so sum kropsvekt, fruktbæri og ávirkan á miðnervalagi, herundir eygu.

Kanningin gongur fyri seg í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum (gamla Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu) og er eitt samstarv við Syddansk Universitet, Landssjúkrahúsið, Københavns Universietet, Ríkissjúkrahúsið og Harvard University. Á myndini sæst granskingartoymið á Landssjúkrahúsinum.

Verkætlanin er fíggjað av Novo Nordisk Fonden, Granskingargrunninum, Den Frie Forskningsfond, danska Miljøstyrelsen og EU.

Allir luttakarar í kohortu 1 fara at fáa innbjóðing komandi árið, men tit eru eisini vælkomin at senda teldupost til [email protected] ella ringja á tlf. +298 211570 og siga frá, at tit ynskja at luttaka. Samskiftisupplýsingarnir, sum vit hava, stava frá tykkara seinastu kanning, men ofta eru hesar upplýsingar ikki rættar ella í brúk meira, so tí kann tað vera trupult hjá okkum at koma í samband við tykkum. Kanningarnar ganga vanliga fyri seg gerandisdagar, men vit hava eisini av og á kanningar í vikuskiftum, eftir arbeiðistíð og í ferium.

Mest lisið hesa vikuna

Stjól fyri 8.000 krónur úr handli í Havn

17. apríl kl. 09:15

Suðuroyartunnilin: Vit hava ikki ráð at lata verða

Í gjár kl. 16:55

Heili seks bilførarar mistu koyrikortið í gjár

20. apríl kl. 09:22

From the river to the sea – jødar fáa ikki frið

16. apríl kl. 21:08

Hetta skipið skal avloysa Smyril tá ið hann fer í dokk í heyst

Í gjár kl. 09:28

Fekk eina heila mánaðarløn í bót

9 tímar síðan