Ongi úrslit

Hava biðið um verju undir hátiðuni

© BBC
Chanukkiyah kallast ljósastakin sum jødar brúka undir Hanukkah
Jóhanna Højgaard
14. desember 2025 kl. 14:52

Orsakað av yvirgangsálopinum á Bondi Beach í Sydney í dag, og tí bretskir jødar vóru dripnir og særdir í álopinum á Heaton Park Synagogue í Manchester á Yom Kippur í oktober, hevur jødiska leiðsluráðið í Bretlandi tikið stig at verja allar jødar í Onglandi.

Leiðsluráðið hevur heitt á løgregluna og stjórnina um at verja jødisk tiltøk í Onglandi, sum halda Hanukkah. Jødiska hátíðin byrjar í kvøld og varar í átta dagar.

- Hanukah er ein gleðilig hátíð, tá jødisk samfeløg savnast á almennum støðum kring heimin fyri at deila ljósið. Vit eru ørkymlað og ill um, at í Sydney tykjast jødar at hava verið avrættaðir enn einaferð fyri at vera jødar, skrivar ráðið í fráboðanini.

- Vit vita, at slíkt hatur er eisini til í hesum landinum(Onglandi), tí vit skelva enn av álopinum á eina synagogu í Manchester á Yom Kippur.

Meðan vit fyrireika okkum at halda Chanukah næstu átta kvøldini, heita vit á stjórnina og løgregluna um at arbeiða saman við okkara samfelag, fyri at verja jødiska lívið í Bretlandi og tryggja, at hendingarnar hesa vikuna kunnu fara fram trygt. Vit mugu ikki lata hatur sløkkja ljóshátíðina.

Yvirgangsálop í Avstralia

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Fólkaflokkurin stillar 14 valevni upp í Havn

3. mars kl. 21:18