Dagført 11.22 : Løgreglan sigur nú at skjúttarnir skutu eftir jødum, yvir 1000 í tali, sum vóru á Bondi Beach og hátíðarhildu Hanukkah.
Tað eru minst 10 fólk dripin og 29 særd, harav eitt barn og tveir løgreglumenn. Løgreglumenninir eru í skrivandi stund á operatiónsborðinum, boðar løgreglanfrá.
Eitt skotálop hevur verið nærhendis jødiskari samkomu, sum hátíðarhelt Hanukkah á Bondi Beach í Sydney.
Ein skjútti varð dripin meðan ein annar er í varðhaldi, hann er í lívsvanda.
Myndugleikarnir siga, at har ikki er nøkur virkin hóttan longur, men hava heitt á fólk um at sleppa sær undan økinum, tí ein bumbuhóttan er nú eisini meldað.
Enn hava mynduleikarnar einki sagt um orsøkina handan skotálopið, so enn veit eingin um tað hevur nakað við jødiska hátíðarhaldanina at gera, men uttanríkisráðharrin í Ísrael, Gideon Sa'ar, skrivar á X, at hann er skelkaður av tíðindunum.
- Eg eri ørkymlaður av drápsskjótingini á einum Hanukkah-tiltaki í Sydney í Avstralia. Hetta er úrslitið av antisemitisku øðini á gøtunum í Avstralia seinastu tvey árini.
Hann sigur, at avstralska stjórnin hevur fingið fleiri ávaringar uttan at hava gjørt nøkur fyribyrgjandi tiltøk.
- Avstralska stjórnin, sum hevur fingið óteljandi ávaringstekn, má taka seg saman, skrivar hann.
Eitt video er av hendingini, har ein tilvildarligur maður gekk forbí og fekk tikið byrsuna frá tí eina skjúttanum.