Í næstum fer Landsstýrið at leggja uppskot fyri Løgtingið um at tað skal verða 18 ára aldursmark fyri at keypa orkudrykkir.
Tað er eitt uppskot, handilsfólk taka undir við, sigur Handilsvinnufelagið, sum nú hevur gjørt sínar viðmerkingar til málið.
Tey siga, at longu í dag eru tað summi sølustøð, sum, av sínum eintingum, hava sett aldursmark fyri at sleppa at keypa orkudrykkir.
Hinvegin halda tey, at handilsvinnan eigur at fáa eina stutta skiftistíð so at tey fáa høvi til at gera tær tillagingar, sum skulu til.
Eitt nú verður tað eitt krav, at tað skal verða væl upplýst við skeltum, at aldursmark er á fyri at keypa orkudrykkir.
– Hetta má handilsvinnan fáa tíð til at fáa í lag áðrenn hetta verður sett í gildi, sigur felagið.
Harafturat má handilsvinnan fáa umtøður til at læra starvsfólkið at virka eftir teimum nýggju reglunum.
– Orkudrykkir vera seldir í ymiskum íløtum, sum hava ymisk skap og litir og tí mugu handlarnir hava møguleika fyri at kunna starvsfólkini um vørurnar, ið eru fevndar av aldursmarkinum, sigur Handilsvinnufelagið.
Men tey halda, at ein skiftistíð upp á tvær vikur er hóskandi.
Tey halda eisini, at tað verður neyðugt at verja starvsfólkini í handlum og kioskum.
Nú eru tað tey fægstu, sum hava samleikaprógv í lummanum, tí nú á døgum er alt á telefonunum, eitt nú koyrikortið.
Gongda leiðin er at fáa eina skipan, har tað ikki ber til at keypa orkudrykkir fyrrenn fólk hava víst, ella skanna, eitt talgilt samleikaprógv, heldur Handilsvinnufelagið.
Tey siga at nú skulu starvsfólk, ung sum eldri, standa hvønn dag við kassarnar kring landið og taka støðu til um eitt fólk eru 18 ár ella eldri.
Í dag verður hetta gjørt við at tey biðja um samleikaprógv frá teimum, tey ivast í.
Handilsvinnufelagið staðfestir, at starvsfólk kunnu koma í keðiligar støður tí viðskiftafólk, sum eru undir aldursmarkinum, kanska eru nærmasta familja, ella vinfólk
Tí vil Handilsvinnufelagið, at tað verður kannað um tað ikki ber til at gera eina talgilda skipan, har ábyrgdin verður flutt frá starvsfólkunum so at tað ikki ber til at keypa orkudrykkir uttan at skanna eitt talgilt samleikaprógv.
Tað er ógvuliga umráðandi, at starvsfólkini eisini eru vard í slíkum støðum, og
kunnu føla seg trygg, tá ið fólk keypa vørur, sum fevndar av aldursmarki, sigur Handilsvinnufelagið.