Ongi úrslit

Hamradun framførir á týskum festivali í summar

Fólkarokkbólkurin hevði nógvan vind í seglunum í fjør, og góða gongdin heldur fram

Fríðmundur Nattestad
3. januar kl. 21:00

Í fjør gav fólkarokkbólkurin Hamradun út sína triðju heildarútgávu, Nætur níggju. Talan var um triðju heildarútgávuna hjá bólkinum. Tær báðar fyrru komu út í ávikavist 2015 og 2019.

Bólkurin hevði fleiri stórar konsertir, m.a. útgávukonsertir fyri fullum sali í Norðurlandahúsinum, og spældi eisini onkrar konsertir uttanlanda.

Góða gongdin hjá bólkinum heldur fram í ár, tí nýggjársaftan varð kunngjørt, at Hamradun skal framføra á týska fólkarokk- og metalfestivalinum Hörnerfest, sum verður hildin í Brande-Hörnerkirchen, sum liggur beint uttanfyri Hamburg.

Skráin er blandað við bólkum úr nógvum ymsum londum, og høvuðsnavnið í ár er finski fólkametalbólkurin Korpiklaani.

Pól Arni Holm, oddamaður í Hamradun, greiðir frá, at bólkurin hevur ein týskan bókara, sum hjálpir teimum við at fáa pláss á ymsum festivalum og spælistøðum runt í Evropa.

- Hetta kemur væl við hjá okkum. Vit fáa møguleika fyri at røkka einari enn breiðari áskoðarafjøld, og so er tað bara altíð fantastiskt at sleppa at framføra live, sigur Pól Arni Holm við Dimmalætting.


Plakatin fyri 2025 útgávuna av Hörnerfest festivalinum

Mest lisið hesa vikuna

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

Í gjár kl. 16:40

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

15 tímar síðan

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

13 tímar síðan

Gamal kenningur aftur á Løgting í nakrar dagar

18 tímar síðan

Mæla frá at lokka oljufeløg til Føroya at leita eftir olju

9 tímar síðan