Ongi úrslit

Grikkaland sendur hundraðtals sløkkiliðsfólk at berjast móti skógareldi

Fólk í bygdini eru rýmd, meðan eldurin herjar á, í griksku oynni Chios. Sløkkiliðstænastan boðar eisini frá streymsliti

© Mynd: Kostas Anagnostou/Reuters
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
11 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk royna at fáa tamarhald á skógareldunum, á griksku oynni Chios, har fleiri fólk í bygdunum eru rýmd.

Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.

Umleið 190 sløkkiliðsfólk eru á staðnum og fáa loftstuðul frá flogførum og tyrlum.

Grikkaland fer eisini at senda 171 sløkkiliðsfólk afturat, til oynna at hjálpa til.

- Støðan er framvegis kritisk, meðan sløkkiliðið fæst við tann framtøkna eldin, sum fleiri staðnis liggur tætt við bygdir, sigur talsmaðurin hjá stjórnini, Pavlos Marinakis.

Sløkkiliðið roynir at halda eldinum burtur frá bæði heimum og økjum, sum eru kend fyri framleiðslu av harpiks. Talan er um harpiks, sum kann brúkast til matgerð og eitt nú, vakurleika ídnaðin.

Nógvu Hvirlurnar í dag, hava ávirka sløkkiarbeiðið. Bæði skógar og graslendi hava tænt fyri seg.

Grikskir myndugleikar hava í ár, sett met høgar sløkkiliðsmenn til arbeiðis, umleið 18.000 kring landið, í væntu av eini truplari brunasesong.

Hetta kemst av, eftir fleiri ár, har landið hevur kent bæði umhvørvisligu og búskaparligu avleiðingarnar av lufalsliga nógvum skógareldum, sum vísindafólk siga, hava verið elvd av veðurlagsbroytingunum.

Grikkaland hevur brúkt fleiri hundrað milliónir evrur, til at endurgjalda húsarhaldum og landbúnaðum fyri skaðar, sum ógvusliga veðrið hevur elvt til.

Keypið av nýggjari sløkkiútgerð hevur eisini verið ein stór útreiðsla í Grikkalandi.


Mest lisið hesa vikuna

Norrøna fekk ein heilan hval upp á stevnið

19. juni kl. 14:24

Teistin á veg til Suðuroyar við jóansøkumati

20. juni kl. 10:06

Bjørtfríð býr mitt í bumburegninum

19. juni kl. 13:25

Faer Isles Distillery fekk avtalu við amerikanskan importør

18. juni kl. 19:21

Fara nú at byggja eitt nýtt herberg í Havn - til djór

19. juni kl. 10:55

Tríggir mans fingu bót - fyri sama slag lógarbrot

Í gjár kl. 09:28